Talan verður uttan iva um kampval, tá Sambandsflokkurin á landsfundi annað vikuskiftið skal velja formann.
Skrivstovan hjá Sambandsflokkinum hevur higartil fingið boð um, at eitt valevnið stillar upp ímóti verandi formanninum, Edmundi Joensen. Hetta valevnið er løgtingskvinnan, Lisbeth L. Petersen.
Freistin at stilla upp til formansvalið er ikki úti fyrr enn fimm dagar áðrenn landsfundin. Tí er møguleiki fyri, at skrivstovan hjá Sambandsflokkinum fer at fáa boð um eitt valevni afturat. Løgtingsmaðurin, Heðin Mortensen, hevur nevniliga sagt, at hann umhugsar eisini at stilla upp til formansvalið.
51 atkvøður
Stillar Heðin Mortensen upp, verða tað trý valevni, ið skulu býta tær 51 atkvøðurnar, sum eru til formansvalið í Sambandsflokkinum, ímillum sín.
Formansvalið í Sambandsflokkinum er soleiðis skipað, at tey sjey valfeløgini í ávikavist Norðoyggjum, Eysturoy, Norðurstreymoy, Suðurstreymoy, Vágoy, Sandoy og Suðuroy atkvøða við fimm atkvøðum í part. Sostatt er atkvøðutalið frá valfeløgunum tilsamans 35 atkvøður.
Síðani hevur Unga Sambandið fimm atkvøður, teir seks tinglimirnir hava eina í part, kassameistarin í flokkinum hevur eina, næsformaðurin hevur eina og at enda hava teir tríggir limirnir í starvsnevndini hjá Sambandsflokkinum eina atkvøðu í part.
Er flokkurin umboðaður á Fólkatingi, hevur fólkatingslimurin eisini eina atkvøðu, eins og landsstýrismenn hava eina atkvøðu í part, tá flokkurin er í samgongu.