Formansval
John Johannessen, Læraraskúlin
? Eg takki fyri skeiðið og ynski Lisbeth góða eydnu í starvinum.
Soleiðis segði Edmund Joensen, tá hann fyri løtu síðani takkaði fyri seg sum formaður Sambandsfloksins.
? Eg vil takak Edmundi fyri hansara tíð sum formaður og tykkum fyri at hava valt meg. Fólkið hevur talað á lógligan hátt og hevur valt meg til fomann. Hetta starvið fari eg at royna at røkja til fulnar ? kanska eitt sindur ørðvísi enn Edmund, og tíðin vil fara at vísa, um tað er tað rætta.
Soleiðis segði Lisbeth L. Petersen, beint eftir, at hon hevði fingið at vita, at hon var vald til nýggjan formann í Sambandsflokkinum.
Síðani tað var greitt, at Lisbeth L. Petersen fór at stilla upp ímóti Edmundi Joensen til formansvalið, hevur allatíðina verið roknað við, at talan fór at verða um eitt tætt val, og tað var tað eisini. Lisbeth vann valið við 26 atkvøðum móti 21.
Í 1998 var eisini kampval um formanssessin í Sambandsflokkinum. Tá stillaði Jóhannes Martin Olsen upp ímóti Edmundi Joensen. Edmund Joensen vann tá tepurt við 32 atkvøðum ímóti 26.