Farnir undir havyvirflatuna

Undirsjóvartunnilin gongur væl

 

 

Stefan í Skorini



Tunnilsrotturnar hava nú borað 700 metrar inn í fjallið, og higartil gongur alt eftir ætlan, sigur Herman Lindberg, sum er umsitingarligur leiðari av verkætlanini. Um ein mánað fara teir eisini at bora á Vágalandinum, og fyri jól í ár verður komandi ígjøgnum ? um alt gongur væl. Arbeiðararnir á frontinum halda tað vera stuttligt, at fólk í Føroyum eru so upptikin av tunnilsgerðini.


Í góðar tríggjar mánaðir hava norskar og føroyskar tunnilsrottur arbeitt við at bora undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, sum leingi hevur ligið á láni. Eini 30 fólk arbeiða í og við tunnilin, harav er helvtin føroyingar, meðan restin er norðmenn. Afturat eru eini seks lastbilførarar, sum føra grótið til havnina í Kollafirði.

Tunnilin er nú 700 metrar langur, og í seinastu viku varð enn ein marknasteinur náddur. Tá var tunnulin komin so væl áleiðis, at nú verður arbeitt undir havyvirflatuni. Um tríggjar mánaðir eru teir væntandi undir havbotninum, og um alt gongur væl, møtast tey bæði liðini mitt undir Vestmannasundi fyri jól.

Føroyingurin Herman Lindberg, bygningsverkfrøðingur, hevur umsitingarligu ábyrgdina á arbeiðsplássinum, og hann er sera væl nøgdur við gongdina higartil. Hermann arbeiðir saman við øðrum leiðarum av verkætlanini í skúrunum, sum standa framvið landsvegnum.

? Vit eru ájavnt við tíðarætlanina, staðfestir Hermann.Vit hava ligið frammanfyri, men nú lekur heldur illa í tunlinum, og tað darvar arbeiðinum nakað. Eftir at vit høvdu lagt byrjunartrupulleikarnar afturum bak, so hevur tað gingið sum eftir ánni.

Orsøkin til, at tað lekur illa, er, at arbeitt verður beint nú undir eini á, sum gevur tunnilsrottunum trupulleikar. Nógv vatn lekur niður í tunnilin, og tí mugu teir brúka meiri tíð til at tetta lekarnar, sum teir renna seg í, so hvørt teir bora.

Herman sigur tó, metingarnar hjá jarðfrøðingunum søgdu, at stórir lekar vóru undir ánni, og tí vóru teir fyrireikaðir uppá hetta.

Herman hevur sjálvur ongantíð roynt at arbeiða við undirsjóvartunlum fyrr, so fyri hann er tað ein stór avbjóðing at vera við.

? Eg læri nakað nýtt hvønn dag.


Arbeiða dag sum nátt

Meðan teir spakuliga arbeiða seg niður í dýbdirnar, er dagliga rútman so spakuliga við at koma uppá pláss. Øll á arbeiðsplássinum eru á einum máli um, at tað gongur væl.

Arbeiðsformaður fyri einum av liðunum er Jørn Ellingsen, sum annars fæst við grísar, neyt og seyð sum bóndi í Norðurnoregi, tá hann ikki arbeiðir í undirsjóvartunlum.

Hann heldur tað vera ómetaliga stuttligt, at Føroya fólk er so upptikið av arbeiðnum, sum teir eru settir at gera.

? Her eru næstan øll fólk sera upptikin og áhugað í tí, vit gera, og tað ger tað hugaligari at arbeiða. Eg havi ikki upplivað so stóran áhuga fyri einum tunli fyrr, sigur Jørn.

Uppgávan hjá Jørni er at samskipa alt virksemið inni í tunlinum á hansara vakt. Hann sigur, at hann hevur so gott fólk afturat sær, sum eisini dugir at samskipa virksemið sjálvt, og av tí verður hansara uppgáva nógv lættari.

Onnur høvuðsuppgáva hansara er at syrgja fyri, at teir eru á rættari leið, tá teir bora. ? So vit ikki enda við tveimum tunlum, sigur hann flennandi.

? Tilfarið í fjallinum ger tað nógv lættari at arbeiða her. Tað er ikki so hart sum í Noregi, og tað er eisini poknutari, sum hevur við sær, at tað verður lættari at fáa tunnilin vakran, sigur Jørn. Fleiri vilja eisini vera við, at hetta er vakrasti tunnil, teir nakrantíð hava sæð.

Arbeiðsmenninir í tunlinum arbeiða í trimum liðum. Eitt lið arbeiðir frá klokkan seks á morgni til klokkan fimm seinnapartin. Tá kemur næsta liðið til arbeiðis, og teir arbeiða til klokkan fýra á morgni. Arbeiðið liggur síðani stilt tveir tímar um samdøgrið, til tunnilsrotturnar aftur fara til verka. Tað triðja liðið hevur frí.

Liðini arbeiða í fýra vikur, og hava frí í tvær. Tí er eitt lið altíð heima. Miðal arbeiðsvikan hjá teimum er tó á fjøruti tímar, tá frívikurnar eru taldar við.

Hann heldur eisini, at arbeiðsmenninir eru væl nøgdir við umstøðurnar her.

? Hetta er næstan sum at búgva á hotelli, og maturin er avbera góður, næstan betri enn frúan klárar at gera har heima, leggur hann læandi afturat. Norsku arbeiðsmenninir búgva í barakkum, sum eru settar upp á Signabø.

Jørn sigur eisini, at teir ofta fáa uppringingar úr Noregi frá monnum, sum fegnir vilja koma hendavegin at arbeiða, og tað bendir á, at arbeiðsviðurskiftini eru í lagi.

Jørn er annars glaður fyri, at hann fekk møguleikan at koma hendavegin í arbeiðsørinudum, tí hetta er ikki júst hansara fremsta val sum frítíðarstað. Jørn hevur arbeitt leingi við tunlum, men hevur bara bóndast tey seinastu trý árini. Lønin er heldur ikki vánalig.


Nógv vatn

Inni í tunlinum baksast teir í løtuni við nógva vatnið úr ánni omanfyri. Tað gongur eisini sjón fyri søgn, tá blaðmaðurin leitar sær teir 700 metrarnar oman í fjallið.

Tað lekur, og ein fittliga stórur hylur er niðast við. Hetta er tó einki at stúra fyri, leggja teir okkum eina við.

Beint nú eru teir bæði í holt við at tryggja fjallið og at løða í senn. Hetta verður gjørt við eini stórari maskinu. Fremst hevur hon fýra armar. Tríggir av armunum eru borar, meðan tann fjórði hevur eina kurv til menn at arbeiða í.

Tveir av armunum bora til løðingarnar, meðan tann triðji borurin borar hol til at tryggja loftið.

Allir borarnir verða teldustýrdir úr stýrhúsinum. Har situr ein maður við einum lasara og fortelur, hvar borast skal. Borarnir flyta seg so automatiskt til júst tað staðið, maðurin peikar við lasaranum. Teldur eru eisini allastaðni í hesum døgum. Henda maskinan verður um ein mánað flutt vestur í Vágarnar, og síðani fáa teir eina nýggja enn betri borimaskinu.

Ta løtuna vit vóru har innast í tunlinum, har frammi í ?stuffinum?, vóru tveir mans til verka. Ein er í maskinuni og stýrir borunum, annar tekur sær av løða, so hvørt borarnir eru lidnir við holini.

Síðani fer hann upp í kurvina. Við sær hevur hann eini tjúgu tríggjar metra langar jarnstengur. Tær verða skrúvaðar og límaðar fastar í holini, so at loftið heldur seg uppá pláss.

Eftir hvørja spreinging er umráðandi, at loftið í tunlinum verður tryggjað, so grót ikki ríður niður. Tað verður gjørt við at bolta tey økini, sum kanska síggja ivasom út.

Beint aftanfyri ?stuffið? er eitt lið, sum kallast ?bakstuff?. Tað tryggjar loftið permanent og syrgir eisini fyri at leggja káplar og annað inn í tunnilin.

Til at tryggja fjallið verður eisini betong nýtt. Tað verður sprænt uppundir so einki ríður niður. Higartil hava teir tó bara nýtt eina heilt lítla nøgd av betongi til at tryggja við, tí tilfarið er so gott, at tað nýtist ikki.

Higartil hava teir ikki n_tt so nógv betong at tryggja fjallið, sum teir væntaðu at skula brúka frammanundan.

Hetta bendir á, at fjallið ?skikkar? sær væl, og tað fegnast teir um.

Higartil er einki álvarsamt óhapp hent, men tó er okkurt, sum kundi elvt til størri skaða.

Ein av fyrstu døgunum eftir fyrsta skotið, koppaði ein lastbilur, meðan hann varð lastaður. Fyri stuttum datt ein steinur úr loftinum niður á takið í einum lastbili. Eisini hevur ein lítil eldsbruni verið í einari maskinu, men hesum fingu teir beinanvegin bilbukt við.

Allir leggja stóran dent á, at trygdin er í hásæti í tunlinum, so at einki slíkt hendir aftur.


Spentir um góðskuna

Leiðari av allari verkætlanini er Svein Kristiansen. Hann sigur, at teir vóru ógvuliga spentir um, hvussu tilfarið í fjallinum fór at vera.

Svein hevur allatíðina samband við høvuðsskrivstovuna í Noregi, og hansara frásøgnir hiðani hava óivað fingið bossarnar til at tátta í brosivøddarnar.

? Higartil eru vit væl nøgdir, tí tilfarið er lætt at arbeiða við. Tað er toyggiligt, og tá gerst tað lættari. Profilurin verður tískil ?glatt og fin?, sum Svein tekur til.

Svein sigur okkum, at tilfarið er vorðið betri, jú longri inn teir eru komnir. Tá teir eru komnir til sjóvarmálan vænta teir at fáa reint og hart grót allanvegin.

Tað er umráðandi, at tilfarið er einstáttað, tí tað er best fyri boriútgerðina. Tað torførasta er, tá tilfarið skiftir ofta, so hvørt teir arbeiða inneftir.

? Tað góða tilfarið hevur við sær, at boriútgerðin ikki slítist so illa sum vanligt, sigur Svein.

Svein greiðir frá, hvussu boringin fer fram. Fyrst verða nøkur hol á 27 metrar borað inneftir fyri at vita, um nakrar rivur eru í fjallinum, sum geva stórar lekar. Um teir raka við størri lekar, so verða teir fyribils tettir við einum slagi av patrónum, sum víðkast í boriholinum, og soleiðis verður vatnið steðgað.

Tá hetta er gjørt, so verða eini hundrað smærri hol borað fimm metrar inn. Tey verða fylt við spreingievni. Síðani er klárt at spreingja. Hetta er ein ?salva?, sum tað verður nevnt. Fimm metrar verða sprongdir hvørja ferð.

Svein ásannar trupulleikarnar, sum teir hava við vatnið beint nú. Fyri framman væntar hann sera skiftandi arbeiðsumstøður, hvat lekum viðvíkur.

Hann væntar, at í teimum næstu 7-800 metrunum verða fleiri lekar, men so skjótt komið er undir havið verður frægari.

Strekkið, har lekarnir eru tættastir, stendur nú fyri framman. Tað er, tá farið er undir nullpunktið hjá havyvirflatuni, men ikki undir sjálvan havbotnin. Tá lekur bæði erva og frá síðunum.

Tá komið er undir havið, lekur vatnið bara úr erva, og ofta er rivurnar ikki so tættar.

Á kortinum á vegginum í skrivstovuni hjá Svein síggjast eisini fleiri feitar strikur á kortinum. Strikurnar siga frá teimum rivum, sum jarðfrøðingarnir longu hava mett eru til staðar. Næsti kilometurin verður ringasta strekkið.

Eftir hetta boðar kortið frá góðum. Har eru fáar feitar strikur, og tilfarið verður væntandi tað sama allanvegin.

Teir, sum byrja hinumegin í februar, fáa tað væntandi lættari, tí tilfarið verður meira einstáttað.



Um Vágatunnilin:

Longd: 4,9 kilometrar

Breidd: 10 metrar

Hædd: 8 metrar

Kostnaður: 187 milliónir krónur

Starvsfólk: 30 (15 føroyingar)

Væntandi liðugt at bora til jóla 2001.

Tekur 3,45 minuttir at koyra ígjøgnum við 80 km/t.

Liðugur: Á sumri 2003