Fullveldi í vandasjógvi
Fakfeløgini eru nú álvara farin at hvessa sær vápnini ímóti Landstýrinum. Ikki minst eru tey ógvuliga ónøgd við framferðina hjá landsstýrinum í sambandi við ósemjuna um lønina hjá manningini á Brimli.
Og ónøgdin er nú so stór, at fakfeløg hava sæð seg noydd til at nevna orðið "fullveldið" fyri politikarunum í sambandi við ósemjuna um Brimil.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum váttar, at hann hevur gjørt vart við hjá onkrum politikarum, at hann heldur ikki, at framferðin hjá Landsstýrinum er serliga fremjandi fyri fullveldisætlanina.
? Eg havi víst á, at limirnir í Starvsmannafelagnum, Maskinmeistarafelagnum og Skipara- og Navigatørfelagnum, hava yvir 3.000 atkøður tilsamans. Leggja vit so atkvøðurnar hjá hjúnafeløgum, onkrum vaksnum barni og øðrum næstringum afturat, skal tað ikki vera nógv galið, at limirnir í hesum trimum feløgunum hava ávirkan á einar 15.000 atkvøður tilsamans.
Niels Petersen sigur, at ber Landsstýrið seg soleiðis at ímóti fakfeløgunum, at brópurparturin av hesum atkvøðunum fara at venda sær frá fullveldisætlanina, er hon fallin so dundrandi á fólkaatkvøðuni 26. mai.
Tí heldur hann, at Landsstýrið er komið í eina sera óhepna støðu.
?Tað er sera vágaligt av landsstýrinum at føra ein politikk ímóti fakfeløgunum, sum í ringasta føri kann enda við, at limirnir í feløgunum verða stygdir frá at taka undir við teimum ætlanum, sum Landssýrið hevur, hóast teir kanska annars hvødu tikið undir við teimum.
Ongin samtykt
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum leggur tó storan dent á, at fakfeløgini eru púra óheft politiskt.
Og tað er heldur ikki upp á nakran máta nøkur samtykt í feløgunum, at tey skulu venda sær frá fullveldisætlanini.
Hann sigur, at tað kunnu feløgini ikki gera, og tað fara tey heldur ikki at gera.
? Men, hvørja ávirkana, framferðin hjá landsstýrinum kann fáa fyri fullveldis ætlanina, er kortini nakað, vit í fakfeløgunum hava tosað um okkara millum, sigur hann. Og hetta er eisini nakað, vit hava sagt við politikarar.
Hann heldur, at leggur tingið uppí ósemjuna um Brimil er tað so grovt brot á rættindini hjá fakfeløgunum, at tað er onki at siga til, at eisini slíkt prát tekur seg upp í fakfeløgunum, sigur Niels Petersen.
Ongin viðmerking
Tað, sum formaðurin í Maskinmeistarafelagnum førir fram, kann ikki skiljast øðrvísi enn at tað er ein hóttan um at fakfeløg fara at venda sær frá fullveldisætlanini.
Løgmaður hevur onga viðmerking til málið. Hann sigur, at hann hevur onki hoyrt til hetta frá nøkrum fakfelag og hann hevur onga viðmerking.
Tað eydaðist heldur ikki at fáa fatur á Karsten Hansen, landsstýrismanni, sum leiðir samraðingarnar við fakfeløgini fyri Landsstýrið, áðrenn blaðið fór til prentingar.