Óvist um feløgini fara at samráðast saman

Tey ymsu arbeiðarafeløgini hava tosað um at samráðast saman, nú nýggjur sáttmáli skal gerast við arbeiðsgevararnar

 

Sáttmálasamráðingar


Enn er ikki greitt, hvussu arbeiðarafeløgini kring landið fara at samráðast við arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála.

Sáttmálarnir ganga út 30. apríl og allir sáttmálar eru uppsagdir.

Seinastu tíðina er møguleikain umrøddur, at øll arbeiðarafeløgini, tvs, Føroya Arbeiðarafelag, tey bæði arbeiðarafeløgini í Havn og tey bæði feløgini í Klaksvík skulu samráðast í felag við arbeiðsgevararnar.

Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskifti, upplýsti Ingeborg Vinther, at onkur fundur hevði verið ímillum feløgini um felags samráðingar.

Men enn er heilt óvist, hvussu verður, um øll arbeiðarafeløgini fara at samráðast í felag, um nøkur av teimum fara at samráðast í felag, ella um hvør samráðist fyri seg.

Hon segði, at feløgini fara at tosa meiri um hesi viðurskiftini í næstu framtíð.

Tað skilst, at tað eru nøkur viðurskifti, sum feløgini skulu gera avtalu um, áðenn talan kann verða um at tey fara at samráðast saman.

Eitt nú skal greiða fáast á, hvussu atkvøðurnar hjá hvørjum felag skulu vektast, tá ið tey skulu atkvøða um tilboð frá arbeiðsgevara, ella um semingsuppskot skulu góðtakast, ella ikki.

Enn er heldur onki greitt um, nær samráðingarnar byrja.

?Ingeborg Vinther gjørdi enn einaferð púra greitt, at Føroya Arbeiðarafelag fer ikki til samráðingarborðið, fyrenn øll hini feløgini eisini eru til reiðar at taka samráðingarnar upp.