Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin heima saman við familjuni.
Tað sigur Jógvan Trondesen Andreasen.
Hann vísir á, at vanliga verður farið í føðingardag hjá familju tíðliga jólaaftan og síðan ein túr í kirkjugarðin.
- Eg plagi eisini at fara til jólagudstænastu, og síðan verður tað at halda jólaaftan, sigur hann.
Hvat verður etið um jólini?
- Jólaaftan eta vit dunnu við øllum góðum tilhoyri. Omaná verður tað rísalamande, og sjálvandi er spenningur um, hvør fær mandluna.
Hevur tú eitt jólagávuynski?
- Eg eri takksamur fyri allar gávur – eisini, at Bólkur 5b fekk atgongd til óbrúktar fiskidagar, eins og aðrir skipabólkar.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólahøgtíðin er ein hugnalig og deilig tíð. Børnini eru sera spent, og hugnin er í hásæti.
Og Jógvan Trondesen Andreasen endar við hesum orðum:
- Eg haldi, vit øll eiga at njóta høgtíðina mest møguligt, og eg vil enda við at ynskja øllum eini gleðilig jól.











