Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Füchse Berlin og THW Kiel spældu dystir á útivølli í týsku bundesliguni í kvøld.
Hákun og liðfelagarnir vunnu 36-28 á Hamburg. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 21-18.
Hákun skoraði trý mál upp á fimm málroyndir. Füchse Berlin er fjórðfremst í deildini við 28 stigum.
Farna leygardag fekk Elias eitt slag í økslina í heimadystinum móti Hannover-Burgdorf. Belastningurin frá teimum innleiðandi dystunum hevur verið ov stórur, og tí valdi høvuðsvenjarin hjá Kiel, Filip Jicha at síggja burtur frá Eliasi í kvøld.
Uttan Elias megnaði Kiel í einum torførum útidysti móti oddaliðnum, Magdeburg javnleik 26-26. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Kiel er nummar fimm í deildini við 26 stigum.











