Kommunuvalið á Eiði heystið 2000: Veljarin ið hvarv

Í fýra greinum fer Jóannes N. Dalsgaard at viðgera málið um kommunuvalið á Eiði í november í fjør. Tá talt varð upp valkvøldið høvdu 425 fólk verið á vali. Men tá fíntalt varð, vóru 426 atkvøður. Í greinunum verður spurningurin reistur, um málsviðgerðin hesum máli viðvíkjandi var røtt og um, hvørt tað eigur at fáa avleiðingar, at eitt slíkt mál ikki verður lýst til fulnar

 

KOMMUNUVAL


Valkvøldið

Tað var týskvøldið 21. novembur 2000. Klokkan var beint farin av átta tá dyrnar til valhølið vóru læstar. Løtu seinni var latið upp aftur, so Eiðisfólk kundu sleppa innar at fylgja við í uppteljingini av atkvøðunum. Tað var skjótt at telja tær gott og væl 400 atkvøðurnar. Tvær ferðir varð talt, og úrslitið varð ført í valbókina. Alt var sum tað skuldi vera.

Sambært teimum báðum vallistunum høvdu 425 fólk verið á vali. Hetta var neyvt sama talið, sum uppteljararnir vóru komnir til. Alt var, sum tað átti. Klokkan var væl fyri midnátt, tá tveir valnevndarlimir bóru atkvøðukassan við teimum 425 atkvøðuseðlunum inn á kommunuskrivstovuna. Har skuldi tilfarið goymast í 8 dagar, t.e. inntil freistin, at kæra um valið, var úti.

Fínteljingin

Fýra dagar seinni hevur bygdarráðið á Eiði fund. Uppskot er frammi um at hava fínteljing, sum merkir, at valið skal gerast upp av nýggjum. Bygdarráðslimirnir eru ymiskir á máli um, hvørt hetta er neyðugt ella skilagott. Men tað liggur illa fyri at vera ímóti fínteljing, og eitt samt bygdarráð avgerð, at ein slík skal vera.

Fólk verða nú biðin til hetta arbeiðið og hin 28. novembur 2000, fer fínteljing fram. Talt verður fýra ferðir, og fínteljingin hevur nakrar smávegis broytingar í atkvøðubýtinum við sær. Tó hendir eingin broyting viðvíkjandi spurninginum um hvør er valdur í nýggja bygdarráðið á Eiði.

Ósamsvarið

Men ein broyting var. Í øllum fýra teljingum varð komið fram til, at samlaða talið av atkvøðum var 426 og ikki 425, sum komið varð fram til valkvøldið. Hetta er ein atkvøða meira enn ført er á vallistarnar. Við øðrum orðum var ein atkvøða meira enn fólk, sum høvdu verið á vali.

Hvat er hent!? Eru vallistarnir ikki førdir rætt? Ella hevur onkur framt valsvik? Hevur valnevndin talt skeivt tvær ferðir upp í slag? Ella er ein atkvøða komin í atkvøðukassan aftaná, at hann er settur á kommunuskrivstovuna?

Kæran

Spurningarnir vóru nógvir, og fekk hetta tveir Eiðismenn at kæra valið til bygdarráðið. Kært verður um uppteljingina sum so, og um at ein atkvøða er meira enn vallistarnir vísa. Bygdarráðið á Eiði viðgerð kæruna á fundi 12. desembur 2000. Hvussu orðini eru fallin á hesum fundi er óvist, men týðiligt er, at bygdarráðslimirnir eru ymiskir á málið um, hvussu málið skal loysast. 4 bygdarráðslimir vilja burturvísa kæruni, meðan 3 vilja ganga henni á møti. Kæran verður burturvíst við atkvøðutalinum 4-3.

Sakligheitin

Eingin uttan bygdarráðslimirnir sjálvir vita um hetta atkvøðubýtið er ein mynd av, hvussu áhugamálini vóru býtt ímillum limirnar. Eingin uttan bygdarráðslimirnir sjálvir vita um tað er soleiðis, at teir 4 vóru nøgdir við valúrslitið meðan teir 3 helst vildu sæð eitt annað úrslit. Einki fæst at vita um henda spurning, tí argumentini fyri og ímóti kæruni eru ikki førd í gerðabókina hjá bygdarráðnum. Har stendur einans niðurstøðan: Kæran skal burturvísast, tí ein meiriluti sigur tað.

Kæran til landsstýrið

Avgerðin hjá Eiðis bygdarráð verður nú kærd til Landsstýrið. Í kæruni verður dentur lagdur á, at fleiri atkvøður vóru upptaldar enn vallistin vísti, at fólk høvdu verið á vali. Dagarnar beint fyri jól biðir landsstýrið um ummæli frá bygdarráðnum og valnevndini.

Óviljin

Tollaksmessudag svarar valnevndarformaðurin landsstýrinum, at valnevndin hevur einki at leggja afturat ummælinum, sum nevndin gav bygdarráðnum í sambandi við viðgerðina av upprunaligu kæruni. Tónin í svarinum hjá valnevndarformanninum er óblíður og avvísandi, ella sagt við einum fremmandum orði ?defensivur?. At enda í svarinum leggur valnevndarformaðurin dent á, at hann heldur kærufreistina vera úti, og at kæran tískil ikki eigur at vera viðgjørd. Hetta kann illa skiljast sum annað enn ein roynd at steðga málsviðgerðini. Spurningurin er so, hvønn áhuga valnevndarformaðurin hevur í tí.

Ásannanin

Ímillum jól og nýggjár sendir Eiðis bygdarráð landsstýrinum frágreiðingina, sum biðið er um. Í frágreiðingini ásannar bygdarráðið, at ósamsvari ímillum uppteljingina valkvøldið, og fínteljingina er í so stórt. Hóast hesa ásannan valdi bygdarráðið kortini at burturvísa kæruni, sum nú liggur hjá landsstýrinum.

Notatið

Á bygdarráðsfundinum 12 desember 2000 var Annfinnur V. Hansen advokatur til staðar, sum eygleiðari. Hann sendir nú landsstýrinum eitt notat frá fundinum, sum avgjørdi at burturvísa kæruni. Í notatinum skrivar Annfinnur m.a., at fínteljingarnar uttan iva vísti, at ein atkvøða var meira enn vallistin vísti. Víðari skrivar Annfinnur, at atkvøðukassin varð goymdur inni á kommunuskrivstovuni, og at einki bendi á, at brotið hevði verið inn á skrivstovuna, ella at óviðkomandi hava verið har.

Illgrunin

Hetta týðir uppá, at varðhugi er um, at hendan eina atkvøðan, sum er ov nógv, er koyrd í atkvøðukassan aftaná, at hann er goymdur á kommunuskrivstovuni. Um so skuldi verið er talan um valsvik, sum eftir revsilógini kann geva uppí 6 ára fongsul. Men hóast illgruni er um at álvarsligt lógarbrot er framt, verður einki meira gjørt við málið, vegna tess, at ?eingi tekin vóru um innbrot ella sum vísti at óviðkomandi høvdu verið á skrivstovuni.?

Líkasælan

Hetta kann sammetast við, at løgreglan finnur eitt lík við einum djúpum sárið í bringuni, men avgerð ikki at gera meira við málið, tí eingin orsøk tykist vera til, at sárið er komið í bringuna.

Bygdarráðið staðfestir, at ein atkvøða helst er komin í atkvøðukassan eftir, at hesin er goymdur á kommunuskrivstovuni, men av tí at eingin veit hvussu hetta hevur borið til, verður ikki gjørt meira við málið. Hevði tað ikki verið upplagt í einum slíkum føri at biðið løgregluna kanna málið, fyri at staðfesta um eitt lógarbrot var framt ella ikki? Ella ræðist bygdarráðið at fara til løgregluna?

Ósketnið

Beint eftir nýggjár fær løgmansskrivstovan eina frágreiðing frá teimum, sum fíntaldu atkvøðurnar á Eiði. Í frágreiðingini siga tey m.a., at atkvøðukassin og atkvøðutilfarið ikki var segla tá fínteljararnir fingu tað flýggja. Hetta merkir, at eingin trygd er fyri, at tilfarið hevur verið órørt síðani valið.

Avgerðin

24. januar 2001 burturvísir løgmansskrivstovan kæruni frá Eiðismonnunum báðum, við hesum grundgevingum:

?1) ?...hóast atkvøður skifta pláss á sama lista við fínteljing, er hetta ikki av sær sjálvum nokk til, at spurnartekin kann verða sett við alla uppgerðina av valinum?.

?2) ?...at ein atkvøða er meir við fínteljingina í mun til tað, sum vallistin vísir [...] er [ikki] orsøk nokk til, at spurnartekin í tí ítøkiliga førinum kann verða sett við alla uppgerðina av valinum.?

Sum tað sæst, heldur løgmansskrivstovan ikki, at ávíkavist 1) ella 2) í sær sjálvum eru nokk til at spurnartekin verður sett við uppgerðina av kommunuvalinum á Eiði. Løgmansskrivstovan tekur ikki støðu til, hvørt 1) og 2) tilsamans eru nokk til at sáa iva um valúrslitið. Tískil stendur kommunuvalið á Eiði heystið 2000 við makt.