Tá atkvøðurnar verða taldar á formansvalinum annað vikuskiftið, er tað ikki fyrstu ferð, at Edmund Joensen upplivir kapping um formanssessin í Sambandsflokkinum.
Talan var nevniliga eisini um kampval á landsfundinum beint áðrenn løgtingsvalið í 1998. Tá var tað skálamaðurin, Jóhannes Martin Olsen, ið stillaði upp ímóti Edmundi Joensen.
Hetta var ein lívligur landsfundur við hørðum orðaskifti um evnini til formansvalið. Og tá atkvøðurnar vóru talar, var greitt, at Edmund Joensen hevði varðveitt formanssessin við einum sera teprum meiriluta.










