hósdagin kemur í flotan, skrásett í Havn. Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum hevur keypt nótabátin, sum er væl kendur í Føroyum, tí talan er um gamla Høgaberg hjá Framherja. – Skipið varð í sínari tíð selt [...] avhoyringar í London, tí teir hildu hetta vera so ótrúligt. Tí hava vit valt at kalla skipið »Hoyvík«, og tað verður skrásett í Havn, sigur Hans Andreas Kelduberg. Hoyvík er fyrsta uppsjóvarskip í Havn síðani [...] Hans Andreas Kelduberg, stjóri í Thor. Skipið, sum lastar 2.100 tons, er keypt fyri slakar 20 milliónir krónur. Reiðaríið hevur fleiri kvotur, og tað fer til fiskiskap í ES-sjógvi við Hetland beinanvegin
verður ald og dyrkað. Bert limir í MFS kunnu fáa stuðul umvegis GFSL. Limir í MFS eru føroysk lesandi undir hægri útbúgving í Føroyum og uttanlands umframt føroysk lesandi í læru uttanlands. Til ber at tekna [...] góðkend av útbúgvingarstovninum. Ráðið í MFS viðger umsóknir til GFSL í apríl og í oktober á hvørjum ári. MFS játtar tvær ferðir árliga pening til ferðaútreiðslur hjá limum í samband við innsavning av tilfari [...] fyrsti dagurin í freist-mánaðinum. Av tí at ongar umsóknir vóru til GFSL í apríl 2011, verður tíðarskeiðið fyri ferðing til seinnu freistina longt. Hetta merkir, at eisini limir, ið hava ferðast í samband við
Kvinnudagurin hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum. Í ár verður evnið kynskvotur. Kvinnufelagið í Havn sigur, at í øðrum londum hava tey rokkið javnstøðu í politikki við at seta í verk kvotur. Felagið heldur [...] professari, frá lærda háskúlanum í Stockholm, sum hevur staðið á odda fyri stórari norðurlendskari kanning um kyn og vald í vinnulívi og politikki. Føroyska umboðið í kanningini var Karin Jóhanna L. Knudsen [...] heldur, at demokratiska undirskotið í Føroyum er somikið álvarsligt, at tað møguliga er neyðugt at krevja kvotur. Serliga nú talað verður um at ?lóggeva kvinnur úr politikki? við at vilja innføra fleiri valdømi
juni klokkan 19 í Gamla skúla í Sørvági. Tann næsta verður hildin sunnudagin 10. juni klokkan 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tann síðsta á hesum sinni er mánadagin 11. juni klokkan 15 í Norðurlandahúsinum [...] Tónarskøld skipar aftur í ár fyri ymiskum konsertum kring landið í hesum døgum við tí endamáli, at menna føroyska tónlist. Monika, Birgitte og Kenneth framførdu fyrstu ferð saman sum kamartrio í samband við Summartónar [...] konsertir bæði her heima í Føroyum og úttanlands. Monika og Birgitte góvu saman út CD við heitinum »Klassiskar tónleikaperlur«, og Kenneth gav saman við Birgitte út CDina, »Tíðin Rennur«. Í sambandi við Summartónar
skundmikil, tá hann í gjár skrivaði seg inn á gistingarhús í Havn. Hann hevði heilt greitt ikki áhuga í at tosa við miðlafólk, men vildi bert sleppa innar á gistingarhúsið so ósæddur sum gjørligt. Í bili kom Keating [...] ørindini hjá stóru poppstjørnuni í Føroyum eru ikki at práta, men at syngja tey mongu hittini, sum vit og allur heimurin kenna hann fyri. Í kvøld fer Ronan Keating á pallin á Vágsbø í Klaksvík og tað skerst ikki [...] saman við tveimum monnum og bilførara, og í skundi leyp Ronan Keating í viðførisrúmi eftir viðførinum, og slapp sær við ferð innar á gistingarhúsið. Á Rás2 í kvøld Kanska var hetta ikki heilt óvæntað,
henni inni á liðnum í dag. Eisini Birgit Guttesen, sum kom inn í dystin í gjár, hevði ein góðan dag, og vann 67% av sínum álopum, men hon fekk í gjár ikki so nógvar hevingar, og tí verður í dag lagdur dentur [...] omanfyri eru tvær broytingar í mun til dystin í gjár móti Kypros, við tað at Gudrid Nolsøe og Helga Guttesen ikki byrja inni. Anja Sonnadóttir Danielsen, sum kom inn í dystin í gjár, vann umleið 50% av teimum [...] liðnum móti Skotlandi. Dysturin byrjar klokkan 1, og Kringvarpið sigur beinleiðis frá dystinum. Í mun til dystin í gjár eru tvær broytingar. Hesir seks leikararnir byrja inni: Hevari: Eina Stephania Kalsø Kant
Síðani fyrstu steypafinalurnar í hondbólti í 1985 hava steypafinalurnar vunnið sær stóra hevd í Føroyum. Annan ella triðja leygardagin í februar klokkan 13.30 og klokkan 16 hava finalurnar hjá kvinnum [...] kvinnum og monnum verið á skránni, og finalurnar í yngri deildunum hava verið á skránni sama vikuskiftið. Hetta er alt farið fram í høllini á Hálsi í Havn. Men hesaferð verður fyrstu ferð, at finalurnar hjá kvinnum [...] millum steypafinalur og luttøku í evropeiskari kapping ikki kemur fyri aftur. Í HSF ynska tey, at føroysk feløg melda til evropeiskar kappingar, og vinna seg so langt í teimum kappingunum sum til ber.
gulir jakkar og tilhoyrandi klæði í altjóða litum. Í morgun vóru nýggju búnarnir hjá starvsfólkunum í Sjúkraflutningstænastunu avdúkaðir. Litirnir á nýggju búnunum avspegla í øllum førum litin á sjúkraflu [...] búnarnir vóru avdúkaðir í morgun. Nýggi búnin er eftir altjóða normi, eins og flestu bilarnir í tænastuni eisini hava altjóða litirnar. Útskiftingin er liður í eini standardisering í Norðurlondum og øðrum [...] útskifting Í Sjúkraflutningstænastuni í Føroyum starvast um 40 fólk, og eru 14 bilar knýttir at tænastuni, harav 10 eru sjúkrabilar og ein av teimum serútgjørdur til flutning av kuvøsum og fólki í respiratori
inum í longri tíð, og slóknaði sendarin endaliga herfyri. Tveir MB-sendarar á 50 kW hvør verða nú bílagdir, so hesir eftir ætlan kunnu verða tiknir í nýtslu í oktober í ár. FM-sendinetið hevur í fleiri [...] fleiri økjum í landinum ikki verið nøktandi, men nú verður so farið undir at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Ein ætlan er gjørd at seta upp FM-sendarar, soleiðis at tey øki í landinum, har hoyrilíkindini ikki [...] mai – tá vóru nýggir FM sendarar uppsettir í Norðdepli og í Árnafyrði. Hesir báðir sendararnir hoyrast á 87,8 MHz. - Sendinetið hevur verið raðfest alt ov lágt í áravís. Nú verður sendinetið umsíðir dagført
boringin fer í gongd seinni í heyst. - Alt hetta er liður í fyrireikingunum til leitiboringina, leggur stjórin aftrat. Í løtuni dugir Eli Lassen ikki at siga ítøkiliga, nær borurin verður settur í føroyska [...] Í vikuni hava ikki færri enn tvey stór supply-skip ligið við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn, har tey hava skipað ymiskan farm upp, sum skal nýtast í sambandi við komandi leitiboring undir Føroyum Fyrra [...] Fyrra skipið var Highland Champion, sum er úr Aberdeen, og nú í morgun kom Normand Aurora, sum er úr Skudenshavn í Suðurnoregi. Highland Champion, sum longu er farin avstað aftur, er 79 metrar langur, meðan