Monika Birgitte og Kenneth við trimum konsertum

Í sambandi við Summartónar fer kamartrio’in við Moniku Stauss Joensen á violin, Birgitte Schnakkemburg á klaver og Kenneth Jones á trompet at framføra tríggjar konsertir. Tann fyrsta er leyðardagin 9. juni klokkan 19 í Gamla skúla í Sørvági.

Tann næsta verður hildin sunnudagin 10. juni klokkan 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tann síðsta á hesum sinni er mánadagin 11. juni klokkan 15 í Norðurlandahúsinum.

Felagið Føroysk Tónarskøld skipar aftur í ár fyri ymiskum konsertum kring landið í hesum døgum við tí endamáli, at menna føroyska tónlist.

Monika, Birgitte og Kenneth framførdu fyrstu ferð saman sum kamartrio í samband við Summartónar 2010. Tey vóru virkin uppá ymiskar mátar hvør sær eisini, og hava spælt konsertir bæði her heima í Føroyum og úttanlands. Monika og Birgitte góvu saman út CD við heitinum »Klassiskar tónleikaperlur«, og Kenneth gav saman við Birgitte út CD’ina, »Tíðin Rennur«.

Í sambandi við Summartónar fer Kamartrio’in at framføra tvær frumframførslur. Tann eina, sum kallast »Gerdas sang og Snedronningens sang« eftir Paula í Sandagerði, sum er búsitandi í Danmark. Trio’in við tveimum satsum (Samtal og Lyst), sum nólsoyingurin Leif Hansen hevur skrivað. Hann býr við familju í Fuglafirði.

Millum annað fara Monika og Birgitte at spæla Sonatu fyri violin og klaver av Luigi Boccherini. Kenneth og Birgitte fara at framføra trompetkonsert av Søren Egetved Sørensen.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesar Kamartrio-konsertir við Moniku Stauss Joensen, Birgitte Schnakkenburg og Kenneth Jones.