Ronan Keating var sera skundmikil, tá hann í gjár skrivaði seg inn á gistingarhús í Havn. Hann hevði heilt greitt ikki áhuga í at tosa við miðlafólk, men vildi bert sleppa innar á gistingarhúsið so ósæddur sum gjørligt.
Í bili kom Keating til Havnar saman við tveimum monnum og bilførara, og í skundi leyp Ronan Keating í viðførisrúmi eftir viðførinum, og slapp sær við ferð innar á gistingarhúsið.
Á Rás2 í kvøld
Kanska var hetta ikki heilt óvæntað, tí trupult tykist hava verið hjá miðlum at fáa í lag avtalu við Keating, og tíðindafundur verður sum so ongin.
Men áhugaði kunnu eittnú lurta eftir Rás2 í kvøld klokkan 21 ella 22, tí tá fáa miðlar orð á Keating í nakrar minuttir.
Skal syngja
Hinvegin er ikki ókent, at stóru stjørnurnar eru troyttar av miðlum, og ørindini hjá stóru poppstjørnuni í Føroyum eru ikki at práta, men at syngja tey mongu hittini, sum vit og allur heimurin kenna hann fyri.
Í kvøld fer Ronan Keating á pallin á Vágsbø í Klaksvík og tað skerst ikki burtur, at her hava vit eina av heilt stóru poppstjørnunum.
Írski Ronan Keating kom fram sum oddamaður í Boyzone og hevur seinni staðið á egnum beinum, og hevur hetta gingið sera væl, og Keating hevur staðfest seg sum poppstjørna, ið undir egnum navni hevur selt áleið 25 milliónir fløgur.
Millum kendastu løgini er eittnú “When You Say Nothing At All”.









