Meginfelag Føroyskra Studenta veitir stuðul til ferðaútreiðslur, limir teirra hava havt i sambandi við innsavning av tifari til uppgávur, ið á ein hvønn hátt snúgva seg um føroysk viðurskifti.
GFSL, Grunnurin fyri styttri lestrarferðir, er amboðið. Við GFSL vil felagið tryggja ein gróðrarbotn fyri, at faklig vitan um Føroyar og føroysk viðurskifti verður ald og dyrkað.
Bert limir í MFS kunnu fáa stuðul umvegis GFSL. Limir í MFS eru føroysk lesandi undir hægri útbúgving í Føroyum og uttanlands umframt føroysk lesandi í læru uttanlands. Til ber at tekna seg sum lim á heimasíðuni www.mfs.fo. Uppgávan, ið tann lesandi skrivar, skal vera partur av lestrinum ella á annan hátt vera góðkend av útbúgvingarstovninum.
Ráðið í MFS viðger umsóknir til GFSL í apríl og í oktober á hvørjum ári.
MFS játtar tvær ferðir árliga pening til ferðaútreiðslur hjá limum í samband við innsavning av tilfari til uppgávur. Freistin at søkja um stuðul fyri hvørt hálva ár er tí altíð fyrsti dagurin í freist-mánaðinum.
Av tí at ongar umsóknir vóru til GFSL í apríl 2011, verður tíðarskeiðið fyri ferðing til seinnu freistina longt. Hetta merkir, at eisini limir, ið hava ferðast í samband við uppgávuskriving í tíðarskeiðinum oktober 2010 til apríl 2011 kunnu søkja um stuðul fram til 1. oktober 2011. Sostatt veitir MFS í hesum umfarið stuðul frá GFSL til ferðing, ið er farin fram í tíðarskeiðinum oktober 2010 til september 2011.
Les meira á mfs.fo










