Kristian Mikkelsen, venjari hjá føroyska flogbóltslandsliðnum, hevur júst nú almannakunngjørt byrjunaruppstillingina hjá føroysk liðnum móti Skotlandi.
Dysturin byrjar klokkan 1, og Kringvarpið sigur beinleiðis frá dystinum.
Í mun til dystin í gjár eru tvær broytingar. Hesir seks leikararnir byrja inni:
Hevari: Eina Stephania Kalsø
Kant áleyparar: Anja Sonnadóttir Danielsen og Karin Mikkelsen, sum eisini er liðformaður
Diagonalur: Birgit Guttesen
Miðáleyparar: Karina Poulsdóttir Debes og Birita
Joensen
Libero: Margit Gaard Joensen
Á beinkinum við byrjan eru: Rakul Dalsgarð Jakobsen, hevari, Gudrid Nolsøe, kantur, Sofía Purkhús, kantur, Helga Guttesen, diagonalur, Katrin Petersen, miðja.
Sum nevnt omanfyri eru tvær broytingar í mun til dystin í gjár móti Kypros, við tað at Gudrid Nolsøe og Helga Guttesen ikki byrja inni.
Anja Sonnadóttir Danielsen, sum kom inn í dystin í gjár, vann umleið 50% av teimum hevingum, hon fekk út á kantin, og er tað sera gott, og tí hevur venjarin valt at halda áfram við henni inni á liðnum í dag.
Eisini Birgit Guttesen, sum kom inn í dystin í gjár, hevði ein góðan dag, og vann 67% av sínum álopum, men hon fekk í gjár ikki so nógvar hevingar, og tí verður í dag lagdur dentur á, at heva fleiri bóltar til hana.
Í morgin skal liðið spæla ímóti Liktinstein klokkan 16.
Mynd:
Kristian Mikkelsen, venjari, saman við dómarunum í dystinum móti Kypros: John Swan, Skotland, og Philippe Schuremann, Liktenstein, sum dømdi steypafinaluna í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.