Skríggjandi sjúkraflutningur

Sjúkraflutningstænastan hevur fingið nýggjan búna í skríggjandi altjóða litum. Teir avspegla bilarnar, ið so líðandi eisini fáa nýggja litin, og framyvir er einki at taka feil av, hvørjir portørarnir eru

Litskifti

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


Skríggjandi gulir jakkar og tilhoyrandi klæði í altjóða litum. Í morgun vóru nýggju búnarnir hjá starvsfólkunum í Sjúkraflutningstænastunu avdúkaðir.

Litirnir á nýggju búnunum avspegla í øllum førum litin á sjúkraflutningsbilunum. Tað segði Gunnar Hjelm, ið er leiðari á sjúkraflutningstænastuni, tá búnarnir vóru avdúkaðir í morgun.

Nýggi búnin er eftir altjóða normi, eins og flestu bilarnir í tænastuni eisini hava altjóða litirnar.

Útskiftingin er liður í eini standardisering í Norðurlondum og øðrum londum við, har frámerkislitirnir og sjúkraflutningsbilarnir verða gjørdir eftir einum felags standardi.


Líðandi útskifting

Í Sjúkraflutningstænastuni í Føroyum starvast um 40 fólk, og eru 14 bilar knýttir at tænastuni, harav 10 eru sjúkrabilar og ein av teimum serútgjørdur til flutning av kuvøsum og fólki í respiratori.

Í Sjúkraflutningstænastuni miðja tey eftir at bilarnir verða ikki verða meira enn 6 ára gamlir, ella koyra longri enn 300 túsund kilometrar.

- Tann bilurin, ið koyrir mest hjá tænastuni er í Eysturoynni, og koyrir ein slíkur bilur út móti 130.000 kilometrar um árið, greiðir Árni Hansen, tekniskur ráðgevi hjá Sjúkraflutningstænastuni frá,.

Enn hava allir bilarnir ikki tann altjóða gula litin, men hetta verður gjørt so líðandi.

- Tað kostar eitt sindur, og vit ætla at fáa gjørt ein um árið, sigur Árni Hansen.

Seks sjúkrabilar hava nýggja litin, og enn mangla fýra at fáa litbroyting. Bilar, ið verða keyptir inn framyvir, hava nýggja altjóða litin, eins og sjúkrabilar í øðrum londum eisini hava.

Sjúkraflutningstænastan fevnir um Eysturoynna, Vágoy, Sandoy og Streymoy.