Altjóða Kvinnudagur 100 ár

Sum vant verður Altjóða Kvinnudagurin hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum. Í ár verður evnið kynskvoteringar á skránni 8. mars.

Tíðindaskriv

Í øðrum londum hava tey rokkið javnstøðu í politikki gjøgnum kvoteringar. Kvinnufelagið í Havn heldur, at demokratiska undirskotið í Føroyum er somikið álvarsligt, at tað møguliga er neyðugt at krevja eitthvørt slag av kvoteringum. Ikki minst nú fólkavald mannfólk av álvara arbeiða fyri at lóggeva kvinnur úr politikki við at vilja innføra fleiri valdømi aftur.
- Hetta vísir meiri enn nakað, hvussu sterkum kreftum vit eru uppi ímóti, tí tað er eftir øllum at døma púra legalt at hava landafrøðiligar kvoteringar. Skipanin við fleiri valdømum er ein kvotaskipan, so sjálvandi kunnu vit eins væl kynskvotur sum landafrøðiligar kvotur, sigur Tina K. Jacobsen, forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn.
- Hví er tað verri at vera valdur á ting, bara tí tú ert sandingur, enn at verða vald, bara tí tú ert kvinna? Spyr forkvinnan.
Men alt hetta kunnu fólk hoyra og kjakast meira um í Norðurlandahúsinum mánakvøldið kl. 19.30.
Skáin er sera fjølbroytt og rúgvusmikil við nøkrum fyri ein og hvønn smakk. Høvuðsrøðari verður danskt/svenski professarin Drude Dahlerup frá lærda háskúlanum í Stockholm. Hon hevur staðið á odda fyri stórari norðurlendskari verkætlan um kyn og vald í vinnulívi og politikki. Norðurlandaráðið tók stig til hesa verkætlan, har eisini Føroyar tók lut. Føroyska umboðið var Karin Jóhanna L. Knudsen, samfelagsfrøðingur, og tí er hon eisini boðin við til kvinnudagin, at greiða frá, um niðurstøðurnar í føroyska partinum.
Kvinnufelagið hevur eisini heitt á nøkur mannfólk um at taka lut við sínum sjónarmiðjum. Her fer Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, at hugleiða um fyrimunir og vansar við kvotum. Eisini koma føroysku floksformennirnir at siga sína hugsan um evnið.
Men alt skal ikki bara vera alvorligt. Tí verða heili trý dygdargóð, føroysk tónleikainnsløg eisini á skránni, har Lena Andresen, Guðrið Hansdóttir og Faroe5 fara at framføra.
Kristianna W. Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, bjóðar vælkomin, og Elin W. Poulsen verður vertinna.