Supply-skip við útgerð til oljuleiting

Í vikuni hava ikki færri enn tvey stór supply-skip ligið við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn, har tey hava skipað ymiskan farm upp, sum skal nýtast í sambandi við komandi leitiboring undir Føroyum

Oljuvinna

 

Nú leitiborgingin hjá BP sum høvuðsfelag á føroyska landgrunninum nærkast, kemur oljubryggjan á havnalagnum hjá Runavíkar havn rættiliga til sín rætt.

Í hesi vikuni hava ikki færri enn tvey stór supply-skip ligið við bryggjuna og skipað upp ymiska útgerð til leitiboringina, sum stundar til.

 

Bretskt og norskt

Fyrstur higar til lands í vikuni var supply-skipið Highland Champion, sum er úr Aberdeen, og nú í morgun kom Normand Aurora, sum er úr Skudenshavn í Suðurnoregi.

Highland Champion, sum longu er farin avstað aftur, er 79 metrar langur, meðan Normand Aurora er heilar 86 metrar langur.

Tað eru bretar, sum í høvuðsheitum manna bretska skipið, meðan serliga norðmenn manna norska skipið.

Ein føroyingur er 1. meistari umborð á Normand Aurora. Tað er vágbingurin Torbjørn Bæk, ið er sonur Bjarna Bæk, prest.

Manningartalið umborð á hesum skipum liggur millum 10 og 14 mans.

 

Ymisk útgerð

Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base í Saltangará, sigur, at bæði skipini eru komin higar við ymiskari útgerð, sum skal nýtast í sambandi við komandi leitiboring.

- Skipini koma við rørum og bingjum við ymiskari útgerð, og Normand Aurora hevur eisini nakað av vætu, sum verður nýtt til boringina. Vætan verður tikin niðan í tangarnar, sum ASB hevur á bryggjuni. Hetta er í stuttum alt oljuútgerð, sigur stjórin.

Eli Lassen sigur, at hesi bæði skipini neyvan verða tey seinastu, sum koma til Føroya við oljuútgerð, áðrenn boringin fer í gongd seinni í heyst.

- Alt hetta er liður í fyrireikingunum til leiti boringina, leggur stjórin aftrat.

Eli Lassen dugir tó ikki at siga ítøkiliga, nær borurin verður settur í føroyska landgrunnin.