Havnin fær nú sítt fyrsta uppsjóvarskip

»Hoyvík« eitur uppsjóvarskip, sum hósdagin kemur í flotan, skrásett í Havn

»Hoyvík« eitur uppsjóvarskip, sum hósdagin kemur í flotan, skrásett í Havn.

 

Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum hevur keypt nótabátin, sum er væl kendur í Føroyum, tí talan er um gamla Høgaberg hjá Framherja.

 

– Skipið varð í sínari tíð selt til Noregs, har tað er umbygt og umvælt fyri nógvar pengar, so tað er eitt gott skip, sum vit nú hava fingið, sigur Hans Andreas Kelduberg, stjóri í Thor.

 

Skipið, sum lastar 2.100 tons, er keypt fyri slakar 20 milliónir krónur.

 

Reiðaríið hevur fleiri kvotur, og tað fer til fiskiskap í ES-sjógvi við Hetland beinanvegin, har tað fer at fiska makrel, sigur Hans Andreas Kelduberg. Tað verða fólk í reiðarínum, sum manna skipið saman við nøkrum norðmonnum, sum hava siglt við skipinum. Teir verða við ta fyrstu tíðina at leggja nýggju eigarunum lag á.

 

– Okkum dámar væl at brúka staðarnøvn úr økinum hjá okkum sum skipanøvn. Eg havi búð í Hoyvík seinastu 20 árini, og tað er eisini fyri at heiðra søguna um Jóhan í Hoyvík, sum tvær ferðir sigldi gjøgnum týsk minufelti fyri at koma til Føroya undir krígnum við skipi sínum »Hoyvík« – og sum enntá var til til avhoyringar í London, tí teir hildu hetta vera so ótrúligt. Tí hava vit valt at kalla skipið »Hoyvík«, og tað verður skrásett í Havn, sigur Hans Andreas Kelduberg.

 

Hoyvík er fyrsta uppsjóvarskip í Havn síðani Krúnborg varð seld í 2006.