Jana vann - Súna og Maria taptu

Tað gjørdist eitt misjavnt kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Trý føroyingalið vóru í leiki í kvøld í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á heimavølli ein tepran 33-32 sigur á Silkeborg-Voel, ið var á odda 18-17 í steðginum. 

 

Jana skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hon legði eisini upp til fimm mál (assist).

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 10 stigum.

 

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg stóðu seg heiðurliga móti veranid meistarunum, Odense á heimavølli. Odense vóru risastórir favorittar, men Skanderborg tapti bert 26-30 fyri meistaraliðnum. Í steðginum var Odense bert á odda við einum máli, 11-10.

 

Súna skoraði trý mál upp á átta málroyndir. Hon legði eisini upp til tvey mál, og vann liðnum tvey brotskøst.

 

Skanderborg er aftast í deildini við bert trimum stigum. Tó hava tær bert trý stig upp til EH Aalborg, ið er á áttanda plássinum sum eftir lokið grundspæl gevur atgongd til endaspælið.

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens taptu á útivølli móti júst Horsens. EH Aalborg vann dystin 33-28 (16-14).

 

Maria skoraði trý mál upp á fýra málroyndir. Hon legði eisini upp til eitt mál, og vann liðnum tvey brotskøst. 

 

Horsens er nummar 10 í deildini við fýra stigum. 

 

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing dyst á heimavølli móti Sønderjyske.