Nýtt og dagført sendinet til Útvarpið

Landið ger nú íløgur bæði í millumbylgju- og FM-sendinetið hjá Útvarpinum, so hoyrilíkindini verða munandi betrað og tryggjað

Sendinetið hevur verið niðurslitið í áravís, ikki minst millumbylgjusendarin.

Mentamálaráðið og samgongan tóku tí beinanvegin stig til at gera nakað við trupulleikan. Uppskot til lógarbroyting varð lagt fyri Løgtingið, og hevur Løgtingið samtykt at keypa nýggjan millumbylgjusendara og at útbyggja FM-sendinetið.

Trupulleikar hava verið við MB-sendinetinum í longri tíð, og slóknaði sendarin endaliga herfyri. Tveir MB-sendarar á 50 kW hvør verða nú bílagdir, so hesir eftir ætlan kunnu verða tiknir í nýtslu í oktober í ár.

FM-sendinetið hevur í fleiri økjum í landinum ikki verið nøktandi, men nú verður so farið undir at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Ein ætlan er gjørd at seta upp FM-sendarar, soleiðis at tey øki í landinum, har hoyrilíkindini ikki eru nøktandi, skulu fáa munandi betri hoyrilíkindi. Byrjað varð seinasta mánadag – 26. mai – tá vóru nýggir FM sendarar uppsettir í Norðdepli og í Árnafyrði. Hesir báðir sendararnir hoyrast á 87,8 MHz.

- Sendinetið hevur verið raðfest alt ov lágt í áravís. Nú verður sendinetið umsíðir dagført – bæði millumbylgju- og FM-sendinetið – og kunnu vit fegnast um hetta. Arbeitt verður eisini við at fáa nýtt talgilt sjónvarpssendinet, og verður hetta lagt til politiska støðutakan í næstum.

- Dagføringin av sendinetinum bæði tá umræður útvarp og sjónvarp er sera tiltrongd og er somuleiðis alneyðug fyri at tryggja, at vit í Føroyum hava eitt nútímans og framkomið sendinet, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.