møguleiki kundi verið at kanna hvørjar leiðir eru gongdar - um vit hugsa okkum at til ber at fáa meir burturúr ruskinum. Fyrsta fortreytin – harra borgarstjóri - er at vit øll eru opin fyri at hugsa øðrvísi og [...] útbygt. Tað kann hugsast at hetta er við til at broyta fortreytirnar fyri skilagóðari handfaring av ruski í Føroyum. Samstarvið millum limakommunurnar í IRF er gott dømi um at til ber at náa langt við góðum [...] kann ikki væntast at aktuelt er at umrøða møguligar bygnaðarbroytingar aftur fyrr enn í fyrsta lagi um eini 40 ár. Tí er rætt at gera nakrar meira grundleggjandi ætlanir nú, soleiðis at røtt avgerð verður
heilsuverkinum at gera teirra arbeiði, sum er at geva sjúklingum eina góða tænastu, segði Hans Pauli Strøm, tá ið hann tók ímóti skipanini. Hann leggur afturat, at tey, sum longu eru farin at brúka skipanina [...] hví tað var neyðugt at fáa teir. Men tað ber eisini til hjá sjúklingunum at biðja um, at ávísir upplýsingar ella allir upplýsingarnir verða fjaldir í skipanini, so at tað ikki slepst framat teimum. Harafturat [...] tvingaðir at brúka skipanina. Almanna- og heilsumálaráðið sigur, at tað slepst ikki uttanum, at KT er ein natúrligur partur av virkseminum í einum samfelag eisini í heilsuverkinum. Tí er arbeiðið at seta í
høvi at uppliva góða føroyska yrkislist. - Okkara fremsta uppgáva er at tryggja, at listarligu tilboðini, sum Listaleypurin bjóðar, eru egnaði til at at vísa á skúlum. Ikki soleiðis at skilja, at vit fara [...] fremmant og hámentanarligt, sum fær tey at bakka í hurðini, sigur Poulina Poulsen. Hon dylur ikki yvir, at hon heldur tað vera ómetaliga spell, at eitt nú Listaskálin so at siga er lukkað land fyri føroysk børn [...] skúlagátt ikki nýtist at vera annað enn at geva børnunum eina øðrvísi estetiska uppliving. - Júst hvør tann upplivingin er, er torført at seta orð. Tey skulu kanska bara sleppa at uppliva, hvussu tað kennist
heldur tí, at tað er nú er panikkur í bæði leiðslu og partaeigarum. Ístaðin fyri at krevja avkast, heldur stjórin á handilsskúlanum, at tað mátti verið altavgerandi at fingið felagið á rættkjøl og at tryggja [...] tunga byrjan og at tað er avbera krevjandi at fáa nøktandi rakstur í felagið. Men tað hava vit sjálvandi vónir um, sigur hann. - Vit vistu, at tað var eitt ógvuliga stórt stig at taka at seta pening í Smyril [...] Smyril Line, men vit mettu, at hetta er ein so týðandi íløga í føroyskt vinnulív, at vit hildu, at tað var rætt at gera hana og vit hava sjálvandi vónir um, at fáa nakað burtur úr henni eisini. Sum partaeigari
og nøkur av hesum fingu at føla, hvat hendir, tá alt ikki gongur sum tað skal. - Tá hálvur tími var eftir fingu vit at vita, at okkurt var galið við flogfarinum, soleiðis, at vit máttu lenda í Keypmannahavn [...] støðuna, og vit fara at taka málið upp við bussfelagið sum skjótast. Í framtíðini fara vit sjálvandi at royna at sleppa undan tílíkum, sigur Pætur Rasmussen. Hann leggur afturat, at starvsfólk hjá Atlantsflogi [...] eldri invalidum fólkum. Eisini sigur hann, at hann er himmalsfegin um, at hann og mammubeiggin fingu møguleika at sleppa úr bussinum á hálvari leið, tí tað bara fór at gerast verri fyri hini ferðafólkini restina
vera sjálvur lykilin til at lata upp fyri higartil fjaldum olju- og gasskeldum í undirgrundini. At gass verður brent av á einum boripalli bendir á, at Chevron her er í ferð við at testa ella royndarframleiða [...] verið so mikið væleydnaður, at Chevron og tess partnarar hava hildið tað vera rætt longu nú at testa brunnin tvs. at framleiða nakað av kolvetni fyri at vita, um her veruliga er talan um eina stóra oljukeldu [...] vísti seg at vera turrur segði hann, at nú kundu metingarbrunnar á Rosebankleiðini hinumegin markið vera teir, sum fóru at avgera framtíðar lagnuna við oljuleiting við Føroyar. Tað er greitt, at oljukelda
er, at av tí at onki postboð var ímillum tey uppsøgdu, tímdi Postfelagið onki at gera við tær uppsagnirnar. - Felagið var so at siga púra kúrt tá, men ramaskríggið vit sóu hesuferð vísir bara, at stórur [...] arbeiða á postavgreiðsluni í Havn. Tær vísa á, at á fýra fundun runt um í landinum í apríl fáa øll starvsfólkini at vita, at um tey ikki ganga við til at gera broytingar í arbeiðsgongdini, so gerst úrslitið [...] er eftir øllum at døma er tað einasta, nevndin dugir at siga. Ella Danielsen og Anna Elisabeth Victorsdóttir vísa á, at sjálvt um rakstrartølini, ið leiðslan legði fram tá, vístu, at um broytingar ikki
. Tað var nógv gjørt burturúr, at flestu “serfrøðingar” vóru ímóti bjargingini av Norrønu. Royndirnar vísa tó, at tað kemst nógv longur við at nýta vit og skil enn at lata seg diktera av hesum sokallaðu [...] skal, mátti vera upplagt at latið nýggja stjóran royna seg heldur enn at ynskja skipið á húsagang! Tað er neyvan hent fyrr, at ein fakfelagsformaður so tilvitað hevur roynt at skaða sínar egnu limir og [...] hesum máli er kortini, at eitt av teimum fakfeløgum, sum fóru í hernað móti hesi ætlan at bjarga arbeiðsplássum hjá Smyril Line, var Føroya Fiskimannafelag, sum umboðar nógv teirra. At hetta er heilt tilætlað
ótrúliga illa umhugsað, at man ikki hevur hugsað um tað, áðrenn man fer út og boðar frá verkfallið. - Ongin ivi er um, at hann er lopin framav. Dugur ikki at leiða Ongin ivi er um, at Ann Elisabeth Joensen [...] sum heldur tað vera sera torført at halda huginum uppi, tá slíkt hendir. Helvtin lyftir fyri øll Eitt annað, sum Ann Elisabeth finst at, er, at hetta er aðru ferð, at bara dagstovnaøkið skal leggja arbeiðið [...] Vit hava so nógv annað at dragast við, so hetta er bara at leggja stein omaná byrðu, sigur Ann Elisabeth Joensen, og vísir millum annað á, at fakliga støðið er nógv ávirkað av at stórur mangul er uppá pedagogar
Tousgaard. Eisini er at fílast á, at fleiri ferðir var nær við at súkklararnir stoyttu saman við áskoðarar, sum gingu á vegnum við máli, og tað átti ikki at komið fyri. Tað er altíð óheppið at slíkt kemur fyri [...] vísti seg at verða gott fyri Gunnar, tí at so var lættari at halda frástøðuna til hinar allan vegin til Havnar, og Gunnar dró longra stráið tá samanumkom. Onkur misskiljing hendi á málinum, tí at tá Jens [...] hevur við hesum staðfest, at hann er okkara besti súkklari í løtuni. Onkur vildi vera við, at Team Shell var sum at skjóta spurv við kanónum. Tað er óivað nakað um tað, tí at hetta vóru teir sterkastu