Ætlanir eru nú um, at Rúsdrekkasøla Landsins fer at lata upp ein ekslusivan handil í SMS og ein handil í Sundalagnum.
Tað er greitt, eftir at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, í dag legði fram uppskotið um eykajáttanarlóg. Minkandi sølan hjá rúsdrekkasøluni ger, at hon ikki megnar at røkka tí politiska kravinum, sum er nevnt í fíggjarlógini.
Í uppskotinum stendur, at fyri at røkka politiska kravinum , so ætlar Rúsan at lata upp ein ekslusivan handil í sms og ein í sundalagnum.
Eisini sigur landsstýrismaðurin í uppskotinum, at ætlanin er at selja vørur, sum hava tilknýtið til vørurnar, sum rúsdrekkasølan selur annars.