Grikskar oyggjar til sølu

Tey, sum plaga at halda summarfrí á onkrari grikskari oyggj, fáa nú møguleikan at keypa sær eina av teimum mongu griksku oyggjunum at halda frí á. Grikkaland hevur stórar fíggjarligar trupulleikar at dragast við, og í einari roynd at útvega ríkiskassanum meiri pengar hevur stjórnin í Athen gjørt av at selja nakrar av oyggjunum fyri hægsta boð.

Sambært griksku fjølmiðlunum kosta tær bíligastu oyggjarnar umleið 15 milliónir krónur.

Ein orsøk til avgerðina hjá stjórnini at selja nakrar av teimum meiri enn 6.000 oyggjunum er, at landið hevur ikki pening til at røkja samferðsluna millum oyggjarnar ella at halda samferðslukervið á oyggjunum.