Kanningin er gjørd av 89.000 børnum í meira enn 20 ár.
llum annað vísur granskingin, at børn, har bæði foreldrini arbeiða úti, hava 200 prosent størri møguleika fyri at fáa astma, at bróta bein ella at verða eitrað.
- Tað er umráðandi, at vit eru tilvitað um fyrimunir og vansar við, at bæði foreldrini hava arbeiði, og tað er tørvur á at stuðla arbeiðandi mammum meira og at skilja teira støðu, sigur Dr. Melina Morrill við Daily Mail.
Gransking í USA hevur annars eisini víst, at tað eru fyrimunir við, at bæði foreldrini arbeiða. Tey vinna meira pengar, og sjálvsáltið verður størri.









