Obama skoðar oljudálkingina

Barack Obama, forseti, kom í gjárkvøldið til Louisiana at kunna seg betur um oljudálkingina í Meksikoflógvanum. Hann segði, at myndugleikarnir fara at gera alt, sum gerast kann, fyri at taka oljuna uppaftur og fyri at avmarka avleiðingarnar av dálkingini sum mest.

Í einari røðu, sum hann helt á einari bryggju í Louisiana, segði forsetan, at hann fer ikki at binda frið, fyrr enn øll oljan er beind burtur.

-Eg vænti, at tað eru fleiri enn eg, sum hugsa soleiðis, segði hann.

Obama endurtók, at oljufelagið BP hevur ábyrgdina av oljulekanum og dálkingini, og at felagið skal rinda útreiðslurnar.