Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, sigur nú, at búskaparvøksturin í heiminum verður heldur størri í ár, enn grunnurin fyrr hevur mett. Upprunaliga metti IMF, at búskaparvøksturin fór at verða 4,0 prosent í ár, men nú sigur grunnurin, at vøksturin verður umleið 4,5 prosent. Um orsøkina verður sagt, at búskaparvøksturin fyrra hálvár var størri enn væntað, serliga í Asia.
Altjóða Gjaldoyragrunnurin sigur, at búskaparvøksturin í ídnaðarlondunum var ikki so stórur, men kortini støðugur fyrra hálvár.
Grunnurin ávarar um, at støðan hjá heimsbúskapinum er svikalig enn, og at enn er vandi fyri, at tað kann fara at ganga niður á bakka aftur.










