USA skal spara tey næstu árini, og landið skal spara nógv. Tey næstu 12 árini skal fíggjarlógarhallið minka 4.000 milliardir dollarar ella 21.000 milliardir krónur. Tað kunngjørdi Barack Obama, forseti, í kvøld.
Samstundis nýtti forsetin høvi til at finnast at republikanarunum, sum ætla at skerja tær almennu útreiðslurnar nógv og at geva fleiri skattalættar.
Obama segði, at tað verður neyðugt at spara, og at sparingarnar fara at raka nógvar amerikanarar, men hann gjørdi eisini greitt, at skattalætti verður eingin. Tvørturímóti er ætlanin hjá stjórnini at leggja størri skatt á tey, sum hava stóra inntøku, segði hann.










