Dómadagsspámaðurin Harold Camping sigur nú, at tað er nógv, sum bendir á, at heimurin fer at ganga undir tann 21. oktober.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Harold Camping hevur boðað frá heimsins enda. Seinast var fyrst í hesum árinum, tá hann spáddi, at alt fór at ganga til grundar tann 21. mai. Tað hendi ikki, men spádómurin fekk fleiri av hansara stuðlum at brúka nógvar milliónir dollarar til lýsingar av ymsum slagi teir seinastu dagarnar til 21. mai.
Nú sigur Harold Camping, at hann hevur endurskoðað frøðina, og at hann er komin eftir, at 21. oktober er tann rætti dagurin.