Frá russisku myndugleikunum verður sagt, at Ukraina hevur lopið á russiska orkuinfrakervið við dronum og triðju náttina á rað sent dronur móti Moskva, skrivar Reuters. Flogvøllir kring landið hava eisini verið stongdir, upplýsir russiski flogferðsluvaktarhundurin Rosaviatsiya.
Frá russiskari síðu verður sagt, at tilsamans 100 ukrainskar dronur vórðu oyðilagdar.
Í Ukraina hevur russiska álopið í nátt í dag elvt til "veruligan" skaða á eitt orkuverk í ukrainska býnum Odesa, sambært privata orkufelagnum DTEK, skrivar Reuters. Túsundtals vóru framvegis uttan streym í morgun.










