Deyður maður fær Nobel-virðisløn

Svenska Nobel-nevndin er komin í eina heldur løgna støðu. Í morgun kunngjørdi nevndin, at hon hevði gjørt av at lata kanadiska vísindamanninum Ralph Steinman og tveimum øðrum vísindamonnum ársins Nobel-virðisløn í læknavísindi.

Men í dag fekk nevndin at so at vita frá lærda Rockefeller-háskúlanum, at tann 68 ára gamli Steinman doyði tann 30. september av krabbameini.

Göran Hansson, sum er í svensku Nobel-nevndini, segði í dag, at nevndin visti ikki, at Ralph Steinman var deyður, tá hon gjørdi av at heiðra hann. Nevndin hevur seinni gjørt av, at avgerðin at lata Ralph Steinman heiðurslønina skal standa við.