Tað hendir eftir, at hann í farnu viku boðaði frá, at hann nú gavst at spæla. – So fáa vit at síggja, um eg verði partur av hópinum, tá nýggi venjarin kemur til, men eg eri so byrjaður at venja aftur, sigur Egil á Bø og harmast um, at støðan bleiv, sum hon bleiv. – Eg eri keddur um, at tað bleiv soleiðis, men sum støðan var, so hevði eg ikki hug at halda áfram og valdi tí at gevast, greiðir Egil á Bø frá, sum eftir øllum at døma verður aftur á vøllinum sunnudagin, tá EB/Streymur tekur móti KÍ.