um hvat fyri tilfar verður brúkt í skúlanum um kynslív. Ræðandi, tí at Føroya fólk kennir tína áskoðan, tá talan er bæði um kynslív og samkynt. Eg ivist onga løtu í, at tú meinar tað besta, men tíðanniverri [...] sum vit føroyingar hava. Mær vitandi eru kynsliminir líka á øllum menniskjum, óansæð um tey hoyra til eina aðra mentan ella trúgv. Kynsdriftirnar eru akkurát tær somu, sum teir syndugu danskarnir stríðast [...] ígjøgnum, fyri at finna sær ein samleika. Stigvíst fert tú so víðari og undirvísir í tilfari, sum hóskar til aldur teirra. Tað ræður um at fáa eitt kjak millum kynini, soleiðis at tey fáa at vita frá hvørjum
og Arabiski Eindarfelagsskapurin eru av teirri áskoðan, at irakar skulu sum skjótast sleppa at velja sína egnu stjórn. - Irakska fólkið eigur at fáa rætt til at skipa sína egnu stjórn. Einki fremmant land [...] Sýrialand at biðja altjóða samfelagið gera sítt til at fáa enda á útlendsku hersetingini í Irak og teirri álvarssomu støðuni, sum hesin ágangurin hevur elvt til, soleiðis sum stjórnin í Damaskus orðar tað [...] Arabiska Eindarfelagsskapinum. Eisini Saudiarabia, eitt land við sera avmarkaðum demokratii, hevur tikið til orðanna fyri, at irakar eiga at sleppa at velja sítt egna stýri. Tilsvarandi viðmerkingar eru komnar
sett í oyrini. Jógvan, tú kennir mín errinskap. "Til Havnar vit fara", jú tað skal eg halda, har er ikki framkomandi fyri fólki og bilum, nú koyrandi er til høvuðsstaðin frá Gjógv í Eysturoynni og úr Bø á [...] bert ímynda okkum. Hevði tú sæð, hvussu "tann deiliga Havn" verður viðfarin fyri at fáa atløgupláss til risastóru Norrønu so at siga inni á ósanum í Eystaruvág, sum í stødd kann javnmetast við eina tjørn [...] fylgir væl við, meðan sambandsveljarar lesa SMS blaðið, og tað nyttar einki at senda stevnuskráir til hesi fólk, sum ikki lesa. Hetta akademiska oraklið, og onnur, sum hava nomið hægri útbúgving (í Danmark)
heldur lítið um uppskotið. Hon heldur, at skipanin við einum forseta afturat nevndini fer at elva til eina uppaftur størri umsiting, samstundis sum valdið hjá nevndini verður skert. Heldur ikki ES-tingið [...] vísir á, at meirilutin av fólkinum í ES búgva í hesum fimm londunum, og tí heldur hann, at teirra áskoðan eigur at vera avgerandi. Eftir uppskotinum skulu ríkis- og stjórnarleiðararnir velja forsetan, sum
Spurningur til Útvarp Føroya: Er ÚF við til at undirgrava demokratiið? Gjørdist ikki sørt skelkaður ein dagin. ÚF skuldi hava politiska sending um ríkisveitingina. Upplýst varð, at hendan skuldi vera kl [...] sína uppgávu, tá slíkt kann koma fyri. Tí hvør er frágreiðingin til, at Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin verða bodnir til kjak, tá størsti flokkurin, Sambandsflokkurin, ið veruliga hevur [...] føroyingum, ið hava eina aðra áskoðan enn ávísur journalistur, ið vil halda hesa hugsan og argumentini fyri hesi burtur frá almenna kjakinum? 3: Hevur útvarpsstjórin tikið stig til, at slíkt álop á demokratiið
samfelag, so noyðast vit at broyta lóginar soleiðis, at tær passa til tíðina. Tað virkar, sum um at lokalpolitikarar vilja berjast av øllum alvi til tess at tryggja sær, at valskipanin ikki skal broytast. Tað [...] við sær, at útjarðarin er avtoftaður, men nærmast tvørtur ímóti. Til tess at verða afturvald ferðast grønlendsku valevnini nú landi runt til tess at tekkjast veljarunum. Hetta hevur skapt eina størri eindarkenslu [...] løgmaður hevði ikki somu áskoðan. Tí er at vóna at spurningurin verður tikin uppaftur, soleiðis at hann kann gerast ein partur at politiska og samfelagsliga tjakinum fram til næsta løgtingsval.
setepli liggja í myrkri við sterkum nálum búgvin til at koma undir mold. Honum vant var hann prátingarsamur, og so líðandi gjørdist prátið okkara millum til einarøðu um mangt og hvat: - Malan, nú vit tosa [...] nøkrum handli, men okkara frukt var so góð í fjør, at tað stendur ikki á. Vit hava nóg mikið av eplum til einaferð í heyst, tá ið nýggj frukt er komin undir lon. Pætur hugdi eftir okkara seteplum, og hann [...] við ein eplasekk, sum framburðs-sinnað dragsa aftan á sær. Men slík skriving (og tala) er sum tøð til eplasekkin, ið Sjúrður knógvar undir. Og at enda gerst sekkurin so stórur og tungur, at tey "framb
Tað, sum helst elvir til størstu undran, er timingin og so sjálvt hugskotið. Mong mundu mánakvøldið spyrja, hví formaðurin kom við hugskotinum júst nú, hvar tað kann skapa eitt sindur av iva um samanhaldið [...] tann beiska veruleika, at tað er sera torført at tryggja ein haldgóðan reallønarvøkstur, uttan mun til samráðingarúrslit. So er tað sjálvt hugskotið um at tengja samráðingar um skatta- og avgjaldslættar [...] aðinum. Fíggjarmálaráðharrin vil altíð hava ein gegnistrupulleika, alt eftir hvørja ideologiska áskoðan, hann hevur. Tí er hugskotið eitt sindur ivasamt sæð frá einum demokratiskum sjónarmiðið. Hugskotið
ikki gera viðmerkingar til sum so men hann viðgongur, at tað er eitt bakkast fyri føroyskan búskap og útflutning. -Men er tað veruliga eitt bakkast, at tey fólkini, sum eru við til at skapa virðini, fáa [...] ikki fáa arbeiði til allar hendur í Føroyum. Tað er tann størsta vanlukkan. -Men er tú ikki samdur við formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag um, at arbeiðararnir hava eins góðan rætt til ágóðarnar og at [...] ikki hevur nakað positivt árin á føroyska búskap. Einki stendur í stað -Nú hevur tú hildið teg fast til verandi skipan og roynt at vera loyalur yvir fyri henni. Samtíðis hevur tú sagt, at henda skipan má
hetta ber ikki til longur, sigur stjórnin og vísir á, at tað almenna oljufelagið hevur brúk fyri størri inntøkum. Eygleiðarar í Nigeria siga, at ætlanin hjá stjórnini kann fara at elva til umfatandi ófrið [...] Clinton er tann best egnaði til at fáa viðurskiftini aftur í rættlag. Norska stjórnin hevur virkað fyri sínum egna verjumálaráðharra, Kristin Krohn Devold, sum møguligum evni til aðalskrivarastarvið í NATO [...] sigur formaðurin, Jens G. Berthelsen. Við grønlendska útvarpið sigur hann, at tað fer ikki at bera til, at teir privatu arbeiðsgevararnir rinda minni løn enn tað almenna. Jens G. Berthelsen leggur afturat