Arabisk lond leggja USA undir loyniliga ætlan

Amerikanska ætlanin at skipa eina fyribilsstjórn í Irak við fyrrverandi generalinum Jay Garner sum leiðara møtir mótstøðu í øðrum arabiskum londum.

Egyptaland, Saudiarabia, Sýrialand og Arabiski Eindarfelagsskapurin eru av teirri áskoðan, at irakar skulu sum skjótast sleppa at velja sína egnu stjórn.
- Irakska fólkið eigur at fáa rætt til at skipa sína egnu stjórn. Einki fremmant land eigur at noyða eina stjórn oman yvir irakska fólkið, sigur Amr Mussa, sum er formaðurin í Arabiska Eindarfelagsskapinum.
Eisini Saudiarabia, eitt land við sera avmarkaðum demokratii, hevur tikið til orðanna fyri, at irakar eiga at sleppa at velja sítt egna stýri. Tilsvarandi viðmerkingar eru komnar úr Bahrein og úr Jordan.
USA hevur fleiri ferðir ávarað Sýrialand ímóti at hjálpa irakum í krígnum ímóti amerikanarum og bretum. Tað hevur fingið Sýrialand at biðja altjóða samfelagið gera sítt til at fáa enda á útlendsku hersetingini í Irak og teirri álvarssomu støðuni, sum hesin ágangurin hevur elvt til, soleiðis sum stjórnin í Damaskus orðar tað.
Garner og Ísrael
Eygleiðarar í tí arabiska heiminum siga, at viðmerkingarnar úr teimum arabisku londunum bera týðiliga boð um ein illgruna um, at USA hevur eina loyniliga ætlan við at seta júst Jay Garner til at leiða fyribilsstjórnina í Irak.
- Jay Garner hevur gott samband við Ísrael, og avgerðin at tilnevna hann er ein ábending um málið hjá heykunum í Bush-stjórnini, sigur Hassan Nafaa, sum er leiðari á samfelagsvísindaligu deildini á lærda háskúlanum í Kairo.
- Málið hjá teimum er, at USA skal hava eitt hernaðarligt stýri í Irak í einari tillagingartíð, áðrenn landið fær eina stjórn, sum verður fullkomiliga knýtt at USA, og tað fer at krevja, at amerikanararnir verða verandi í landinum, sigur Nafaaa.
Hann ivast ikki í, at tað, sum fer at henda í Irak, fer at ávirka øll tey arabisku londini.
Egyptiski eygleiðarin Makram Mohamed Ahmed heldur, at amerikansku herdeildirnar fara at møta mótstøðu, steðga tær ov leingi í Irak.
- Arabisk lond bera ótta fyri, at talan verður um eina beinleiðis herseting, og eg fái vænti ikki, at irakararnir fara at góðtaka eina slíka herseting. Verður steðgurin hjá amerikansku hermonnunum ov drúgvur, fara irakar at gera mótstøðu, sigur tann egyptiski eygleiðarin.
Almenna egyptiska blaðið Al-Ahram skrivaði í vikuni, at heykarnir í Bush-stjórnini hava ikki givið sær far um tey arabisku londini ella uttanríkisráðið í Washington við at tilnevna Jay Garner til leiðara í fyribilsstjórnini í Irak aftan á kríggið.
- Vit vita, at hesin fyrrverandi generalurin hevur gott samband við Ísrael, og júst Ísrael verður tað landið, sum fær mest burtur úr krígnum, skrivaði blaðið hjá egyptisku stjórnini.
Sambært ærlanini, sum amerikanararnir kunngjørdu tann 7. mars, verður Irak býtt sundur í trý øki, og Jay Garner verður ovasti leiðari í øllum trimum økjunum.