Tað, sum helst elvir til størstu undran, er timingin og so sjálvt hugskotið. Mong mundu mánakvøldið spyrja, hví formaðurin kom við hugskotinum júst nú, hvar tað kann skapa eitt sindur av iva um samanhaldið millum feløgini í verkfalli. Tað er tó einki, ið bendir á, at hugskotið um 3 partasamráðingar er ætlað at skapa iva um støðufestið og stríðsviljan. Heldur kundi nakað bent á, at talan bert er um, at tann fastlæsta støðan fær formannin at umhugsa alternativar samráðingarformar í framtíðini, og um tann beiska veruleika, at tað er sera torført at tryggja ein haldgóðan reallønarvøkstur, uttan mun til samráðingarúrslit.
So er tað sjálvt hugskotið um at tengja samráðingar um skatta- og avgjaldslættar upp í sjálvar sáttmálasamráðingar og at hava fíggjarmálaráðið við í samráðingunum. Her skuldu so fakfeløgini, fíggjarmálaráðharrin og arbeiðsgevararnir sitið við eitt og sama samráðingarborð. Uppskotið er óvanligt, og áhugavert men ikki vandaleyst. Tað er ikki óvanligt, at serliga ein borgarlig stjórn roynir at tryggja afturhald við lønarkrøvum við at lova skattalættar í sambandi við lønarsamráðingar. Men tað er heilt óvanligt um okkara leiðir at fíggjarmálaráðið situr við samráðingarborðið saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Fíggjarmálaráðharrin vil altíð hava ein gegnistrupulleika, alt eftir hvørja ideologiska áskoðan, hann hevur. Tí er hugskotið eitt sindur ivasamt sæð frá einum demokratiskum sjónarmiðið.
Hugskotið um 3 partasamráðingar er ikki vandaleyst, tí vit vita av royndum, at skattalættar sjáldan kunnu setast í staðin fyri lønarhækkingar. Tað vísir seg altíð, at sum frá líður, eru tað tey lágløntu, sum tapa, tí skattahækkingar koma fyrr ella seinni aftur og eta upp tann reallønarvøkstur, sum ein vann við skattalættanum. Hetta tí útreiðslustøðið støðugt hækkar innan almenna sektorin, serstakliga til skúla og almannamál. Steðgar ein hesum vøkstri verða tey lágløntu tapararnir. Tískil er besta trygdin fyri eini reallønarhækking, at ein sámuligur lønarvøkstur verður tengdur at t.d. avtøku av matvøru-MVG og av oljugjaldinum. Onnur stig, sum tað almenna kundi ttikið, var at at fingið skil á íbúðarøkið, so ung og láglønt hava ein møguleika at seta búgv. Um 3 partasamráðingar eru rætta leiðin við hesum baksýni er ivasamt, tí her er talan um viðurskifti, ið eiga at vera fingin upp á pláss, áðrenn sáttmálasamráðingar byrja.