"?.. Verkfallið um alt landið fer nú so við og við at visa sín álvara - og óhugna:
Matvøruhandlarnir eru so gott sum tømdir, olja og annað brennievni er ikki at uppdríva, skúlar, barnagarðar og vøggustovur lata aftur. Eingin reingerð og eingin varmi. Eg eri bangin fyri, at hetta verður eitt drúgt verkfall, tí einki frættist um tingingar millum partarnar og semingsmenninar. - Tey, ið eiga bát og jørð, eru kanska frægast fyri, og teirra millum teljast vit. T.d. fáast ikki epli í nøkrum handli, men okkara frukt var so góð í fjør, at tað stendur ikki á. Vit hava nóg mikið av eplum til einaferð í heyst, tá ið nýggj frukt er komin undir lon. Pætur hugdi eftir okkara seteplum, og hann segði, at tey høvdu tað gott. Hann lovaði at hjálpa okkum at seta eplini niður í opinekruna inni í Dølum.
Ja, Jógvan, eg skal heilsa tær frá Pæturi, hann støkk inni á gólvið seinasta leygarkvøld, og hann bað meg sum sagt siga tær, at okkara setepli liggja í myrkri við sterkum nálum búgvin til at koma undir mold. Honum vant var hann prátingarsamur, og so líðandi gjørdist prátið okkara millum til einarøðu um mangt og hvat: - Malan, nú vit tosa um setepli, kann eg siga tær, at Sjúrður Skaale, -óivað tann sami, sum fyri nøkrum vikum síðan alment krøkti orð í mín munn, orð, sum eg ongantíð havi sagt ella skrivað,- skrivar nú, at 30% av okkum føroyingum kunnu sammetast við ein eplasekk, sum framburðs-sinnað dragsa aftan á sær. Men slík skriving (og tala) er sum tøð til eplasekkin, ið Sjúrður knógvar undir. Og at enda gerst sekkurin so stórur og tungur, at tey "framburðssinnaðu" fáa slysni, og í ovur- sinni leggja tey hann frá sær. Tað er óivað satt, tað hann skrivar um eplasekkin, men eplum líkt, so verða tey sett niður og geva góða frukt. Og lov og tøkk fyri tað.
Hatta vóru so eplini, verri er tó statt við umsitingini av landinum. Sjúrður vil vera við, at syndarliga er gingið av skriðuni hjá teimum "framburðssinnaðu". Snøgt sagt eingin glotti framman fyri stavn. Har grør ikki um gangandi fót; ósemja og kegl sum í orrustuni í Klandursskoti. Illgresi av versta slag má skrikkjast upp við rót: nepotisma, korruptión, vina- og kenningapolitikkur, og hann kundi fyri tað tikið lygnina við, tí hon er sjálvt gróðrarlendið, har slíkt ókrút ger um seg og køvir tann góða gróðurin. Men hetta liggur so langt frá okkara rótfestu gomlu mentan, at fólk við vanligum viti og skili als ikki fata, hvussu føroyingar "við felags lagnu og felags blóði" koma í slíkar myrkursins blindgøtur. Og kortini! Ein uggi er tað, at í lívgev-andi morgunroða gerast hesar gøtur gráir og deyðir skuggar.
Albert Camus, sum skrivaði upprit í 25 ár, - tey vórðu funnin eftir hansara deyða í 1960 - skrivaði í august 1937, tá nationalisman - erkapestin, fyri at halda meg til terminologina hjá Stefan Zweig - leikaði ørt í Europa:
"Hvørja ferð eg hoyri eina politiska røðu ella lesi teir, ið ráða fyri borgum, so ógvist eg við í áravís ikki at hava hoyrt so mikið sum eitt ella annað menniskja-ligt orð. Altíð tey somu orð-ini, tær somu lygnirnar. At fólk lata sær slíkt lynda, og at fólksins ónøgd ikki hevur avhølvað nikkidukkurnar, haldi eg prógvar, at menniskjuni halda, at teirra stjórnir hava lítlan ella ongan týdning, og at tey spæla - ja, tað er mín áskoðan - við ein stóran part av lívinum og sostatt við teirra sokallaða vitalu (lívsneyðugu) interessur". Annars havi eg ikki lisið Camus, ið var plágaður av tuberklum, nobelprísvinnari og doyði í ferðsluvan-lukku.
Men nú skalt tú hoyra, Malan. Okkara yrkjari Jóanes Nielsen, ið hevur so lættan og skemtingarsaman penn, hevur roknað út, hvussu nógv páskahátíðin kostar tí tímalønta í mistum krónum og oyrum - jólahátíðini kemur hann kanska við seinni - og tann fastlønti hevur ongan peningamiss av okkara kristnu siðvenjing. Men hvussu við sunnudegnum, hesum sjeynda degi, sum Jóanes vil vera við, at Føroyar ikki blivu skaptar á, teir eru hóast alt 52 um árið. Átti hann ikki at gjørt eina peningaliga sunnudagskalkulu?
Og nú, Malan, rosinan í pylsuendanum: Jóanes vónar, at føroysku fakfeløgini fara at geva út eitt leksikon a la Den Store Danske Encyklopædi. Tað fer at kostar nakrar milliónir, sigur hann, men tær koma inn aftur, heldur hann. Danska Encyklopædiin í 20 bindum varð gjørd og skrivað av 450 vísindamonnum, 3.500 spesialistum og 50 starvsfólkum í umleið 7 ár, og hon kostaði ótaldar milliónir. Hvussu milliónirnar hjá Jóanesi kunnu koma inn aftur við einum upplagi, skulu vit siga, upp á 15.000, er ikki lætt at rokna út. Nei, tú, har er yrkjarin flogin í so høgt, og jørðforbindilsið er dragnað. Ella kanska avdúkar yrkjarin her á ein besnissaðan hátt, hvat peningurin, hann fekk at skriva fyri frá tí almenna, skal nýtast til. Men annars eru míni ráð: På det jævne! På det jævne! Ikke i det himmelblå, - Jóanes. Livst so spyrst.
Í gjár legði lítil grind beinini suðuri í Húsavík. "Á, tann vælsignaða grind", segði Ketil. Var so heppin at bjarga mær eitt kók niðri á brúnni, men tit skulu fáa kókið frá mær, eg havi nóg mikið frá í fjør bæði saltað og fryst.
Áðrenn Pætur fór um midnátt, spurdi hann, honum vant, í tí hann reisti seg, um eg kundi gita sær eina gátu: Í Føroyum er tað bara eitt stað, har barometrið fer uppeftir ella niðureftir, alla aðrastaðni gongur barometrið upp ella tað fellur. Hvar er tað? - So fór hann, uttan at geva mær stundir at svara. Ein løgin snigil. Men eitt er vist: hann hugsar meira um tey, ið standa honum nær, enn um seg sjálvan.
Góði Jógvan, sum eg skrivaði fyrst í brævinum, so gleða vit okkum, og børnini telja dagarnar."
Kærar heilsur frá okkum 5
Kona tín