VIDEO: Síggj Martin leggja upp til mál hjá Aarhus Fremad

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Aarhus Fremad-HB Køge 2-2 (1-1)

Martin Agnarsson fekk sunnudagin fulla spælitíð, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad leiktu javnt 2-2 móti HB Køge í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini á Riisskoven leikvøllinum í Aarhus. 

 

HB Køge legði seg á odda longu í níggjunda minutti, men bert tríggjar minuttir seinni stóð Martin fyri upplegginum við einum góðum frísparki, tá Mathias Kubel javnaði til 1-1. HB Køge legði seg á odda 2-1 í 78. minutti, men bert fýra minuttir seinni syrgdi Marcus Kirchheiner fyri, at eitt stig var eftir í Aarhus.

 

Aarhus Fremad er nummar níggju í deildini við 19 stigum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Aarhus Fremad-HB Køge 2-2 (1-1):

 

##med2##