Bakkast fyri føroyskan búskap og útflutning

-Tað finnast bara taparar eftir, at verkfallið er av. Vit eiga at læra av hesum. Tað er ikki nakað, sum er vert at endurtaka sigur løgmaður. Hann vísir á, at tað skulu nógvar góðar kreftir medvirka til, at skipanin á arbeiðsmarknaðinum verður broytt

Verkfallið av


Nú verkfallið er av heldur løgmaður, at tað var rætt av politikarunum ikki at leggja seg út í ósemjuna.

-Tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava skyldurnar og ábyrgdina av, at vit hava ein tryggan og góðan arbeiðsmarknað. Tí var tað teirra uppgáva at finna eina loysn.

-Tú hevur sjálvur sagt, at kom tað hartil, at stór samfelagsvirði stóðu uppá spæl, so fór tú at leggja uppí. Tað valdi tú so ikki at gera kortini!

-Tað veldst um, hvat man meinar við tá tosað verður um stór samfelagsvirði.

-Tú metir ikki, at tú og landsstýrið hava víst ábyrgdarloysi við at lata landið liggja lamið í ein heilan mánað?

-Nú hevur man í ein mánað hoyrt, at man skal ikki blanda seg, og tí kann tað virka løgið, tá spurt verður, hví man skuldi havt blandað seg. Skal man ikki lata nøkur virði fara fyri skeyti í eini støðu sum hesi, so er tað ein heilt onnur lóggáva og skipan, sum vit skulu hava sigur løgmaður, sum ger greitt, at tað eru farin ómetaliga stór virði fyri skeyti og arbeiðspláss og upparbeidd marknaðaratgongd hava fingið eitt skot fyri bógvin.

Løgmaður vísir á, at eru vit ov skjót úti frá politiskari síðu, tá frátekur man ta ábyrgd frá teimum pørtum, sum hava henda rætt í dag. Tað er ein avvegan, men tað er greitt, at støðan er ógvuliga darvandi fyri Føroyar.

-Hetta er ein skrúva uttan enda, sum ikki hevur nakað positivt árin á føroyska búskap.

Einki stendur í stað
-Nú hevur tú hildið teg fast til verandi skipan og roynt at vera loyalur yvir fyri henni. Samtíðis hevur tú sagt, at henda skipan má broytast, so støðan ikki endurtekur seg. Hvat fer tú at gera?

-Tá tú hevur eina skipan um seming frá 1926, og partarnir samtíðis siga, at tann skipanin kann als ikki brúkast, m.a. ber ikki til at brúka skipanina um ur-atkvøðu, tí hon skal vera ódemokratisk, so hongur hetta als ikki saman. Einki stendur í stað. Tingini útvikla seg alla tíðina. Vit vita, at skipanir í londunum rundan um okkum eru nakrar heilt aðrar enn tær vit hava. Síðani er tað markamótið millum veterinerlóggávu, djóraverdnarlóg og annað í eini verkfalsstøðu. Tú gevur landsdjóralæknanum nakrar heimildir at kunna áleggja alibrúkum samtíðis sum tú hevur aðra lóggávu, sum sigur, at alibrúkini kunnu ikki fylgja upp lógini, tí tey av øðrum orsøkum koma í eina tvístøðu, sum eitt verkfall hevur við sær . Slíkt mugu vit fáa uppá pláss.

Anfinn Kallsberg sigur, at tað er vinnumálaráðharrin, sum hevur ábyrgdina av bæði vinnuni og arbeiðsmarknaðinum. ?Vit hava tosað um hetta, og eg veit, at hann er farin í gongd við at finna eina nýggja skipan.

-Fakfeløgini vilja ikki hava nakrar stórar broytingar, sum m.a. hava við sær gerðarætt ol!

-Arbeiðarafeløgini hava víst á eina semingslóg, sum tey sjálvi siga seg vera ímóti og sum ikki kann brúkast til nakað sum helst. Man kann ikki bæði vera ímóti og fyri. Eg skilji ikki, hví man ikki vil hava skipað viðurskifti, soleiðis at man kann loysa eina konflikt væl og virðiliga og ikki sum í hesum førinum sita í fýra vikur og kanska bara bíða eftir hvørjum øðrum. Tað er ikki brúkbart í einum nútíðarsamfelag sum tí føroyska við tí sárbæri, at vit hava eina vinnu, sum er bundin av einum útflutningi og har vit skulu kappast við aðrar.

-Nógv vinnulívsfólk halda tað vera púra ábyrgdarleyst av tær sum løgmanni at standa og hyggja at og ikki fyri langari tíð síðani at hava forðar fyri, at samfelagið kann verða lagt lamið í ein heilan mánað?

-Eg skilji væl ta støðutakanina. Tað er neyvan møguligt at fáa eitt nýmótans vinnulív, ið skal gera sær nakrar tankar um at vinna í kappingini, sum er á marknaðinum í dag, um man ikki hevur tey neyðugu amboðini. Eg skal vera tann fyrsti at ásanna, at vit hava tey ikki. Tað er jú uppgávan hjá okkum politikarum at syrgja fyri, at vinnan hevur so tryggar karmar at arbeiða undir og harundir eisini viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.

Løgmaður ásannar og tað heldur hann eisini andstøðan ger, at tað eru nøkur viðurskifti, sum ikki hanga saman og sum nakað má gerast við nú.

-Tað verður víst á, at vit fáa ikki broytt skipanina, tí politikarar í nógvum av flokkunum tora ikki at ganga ímóti fakfeløgunum av ótta fyri at missa atkvøður.

-Tað verður sagt, og at nakað er um tað skal eg ikki vísa aftur. Men hinvegin mugu politikarar hava rygg til at gera nakrar fastar karmar soleiðis at tað ikki bara er tilvildin, sum ræður. Tað er sanniliga í áhuganum hjá øllum, bæði arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum og samfelag, at vit ikki fáa eitt afturstig. Tað er tó júst tað vit fáa við slíkum verkfalli, har eingin vinnari er. Tað eru bara taparar og stórir taparar, og tað kemur at ganga út yvir alt Føroya fólk.

Munur á
-Tað hevur verið funnist at tær sum løgmanni bara at samskifta við partarnar gjøgnum fjølmiðlarnar og at tú hevur gjørt ov lítið fyri at fáa semingsmenninar at halda fram við semingini.

-Atli Dam hevur eina aðra áskoðan enn eg í hesum málinum. Hann hevur kanska eisini í síni tíð havt eitt tætt samskifti við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og hevur entá eisini í samráð við teir í nøkrum førum borið uppskot niðan í tingið at fáa lagt upp í eitt verkfall. Men um eg var farin inn í málið og sagt, at eg skuldi royna semju, so hevði eg tikið ábyrgdina frá fólkunum, sum skulu finna eina semju og latið hana yvir til politikararnar. Og so hevði henda trætan ikki verið loyst millum partarnar og varð kanska endað í tinginum.

Løgmaður heldur sjálvur, at tað er ikki mátin at loysa allar trætur við eini løgtingslóg. Tað, sum alt hetta samfelagið eigur at byggja á á øllum stigum er, at avgerð og ábyrgd fylgist. Tað er eisini galdandi fyri fakfeløgini.

Bakkast
Hvat heldur løgmaður so um úrslitið av samráðingunum?

Tað vil hann ikki gera viðmerkingar til sum so men hann viðgongur, at tað er eitt bakkast fyri føroyskan búskap og útflutning.

-Men er tað veruliga eitt bakkast, at tey fólkini, sum eru við til at skapa virðini, fáa eina rímuliga løn fyri arbeiðið?

-Tað er ikki ein spurningur um, hvat er rímuligt og ikki. Eg havi sjálvur eitt heitt hjarta fyri, at Føroya fólk hava ein so høgan livistandard sum møguligt, men tað er ikki trupulleikin. Hann er tann, at tingini eru ikki so einføld, at tey hanga saman. Vandin í slíkari støðu er, at tú fær eina uppskrúvan av bruttolønarlagnum í Føroyum, harvið eina økta inflatión og harvið eitt minkandi kappingarføri hjá tí føroyska samfelagnu. Men eg eri ikki vísur í, at tey, sum í dag halda seg hava vunnið ein sigur við lønarhækkingini, vera tey, sum hava fingið nakað burtur úr. Tí semjan kann hava við sær, at ein økt inflatión útholar lønarhækkingina, men tað sum er verri er, at vit hava fingið eitt verri kappingarføri soleiðis at vit ikki fáa arbeiði til allar hendur í Føroyum. Tað er tann størsta vanlukkan.

-Men er tú ikki samdur við formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag um, at arbeiðararnir hava eins góðan rætt til ágóðarnar og at tað skal fara ein útjavning fram?

-Tað er væl tað, sum øll tann politiska skipanin snýr seg um. Vit hava útjavning av øllum slag. Skattastigin er progressivur, og tað er so sanniliga ein útjavning í tí. Men vit mugu eisini gera nakað við, at tað skal loysa seg at gera ein innsats. Nú skal tað ikki skiljast sum, at tey ófaklærdu ikki gera tað. Tí tað gera tey hvønn dag. Men munurin í lønarlagnum, sum hevur verið og sum kemur at vera, verður eisini gradueraður eftir, hvat hevur man gjørt á útbúgvingarøkinum osfr.

Tá formaðurin í HA sigur, at kluftin skal minka, kann eg bara siga, at hon er sanniliga minkað, um tú hyggur at hesum í prosentum men ikki í krónum. Tað er klárt, at fleiri krónur koma í lønarposan. Skal tað vera sami prosentsatsur, so veksur kluftin í krónum. Men veksur hon ikki í krónum, so minkar hon í prosentum. Og tað er tað hon hevur gjørt í fleiri ár.

-Men mong eru samd um, at tey, sum arbeiða á flakavirkjunum, fáa ov lítið í løn?

-Tað eri eg ikki ósamdur í. Trupulleikin er bara tann, at tað er eingin móttakari at senda tað økta lønarkravið, sum kemur á okkara útflutningvørur. Vit síggja í londunum rundan um okkum, sum hava eitt hægri lønarlag enn vit, t.d. í Noregi og Danmark ? har verða hvønn dag hundraðtals arbeiðspláss flutt til m.a. eystureuropeisk lond, tí tey vinna í kappingini. Tað er tann støðan vit skulu taka við, tá vit tosa um kappingarføri.

Løgmaður heldur annars, at støði við hesum samráðingunum er lagt fyri almenna arbeiðsmarknaðin.