Er ÚF við til at undirgrava demokratiið?

   

Spurningur til Útvarp Føroya: Er ÚF við til at undirgrava demokratiið?
Gjørdist ikki sørt skelkaður ein dagin. ÚF skuldi hava politiska sending um ríkisveitingina. Upplýst varð, at hendan skuldi vera kl. 19 sama dag. Áhugavert, hugsaði ein.
Men sendingin gjørdist eitt satt vónbrot. Tí av ókendari orsøk, varð størsti andstøðuflokkurin als ikki boðin við til kjaksendingina. Úrslitið av kjaksendingini var eisini hareftir.
Ein situr eftir og spyr, hvussu slíkt veruliga kann koma fyri í okkara sokallaða demokratiska samfelagið. Eisini spyr ein, um ÚF ikki hevur misskilt sína uppgávu, tá slíkt kann koma fyri. Tí hvør er frágreiðingin til, at Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin verða bodnir til kjak, tá størsti flokkurin, Sambandsflokkurin, ið veruliga hevur nakað at geva hesum kjaki, als ikki er tilstaðar. Hesin flokkur, ið umboðar nærum 30 % av veljaraskaranum?
Eg havi tí nakrar spurningar til útvarpsstjóran:
1: Hví varð Sambandsflokkurin tilvita settur uttan fyri kjaksendingina hendan dagin?
2: Er tað fyri at leggja loka aá ein týðandi bólk av føroyingum, ið hava eina aðra áskoðan enn ávísur journalistur, ið vil halda hesa hugsan og argumentini fyri hesi burtur frá almenna kjakinum?
3: Hevur útvarpsstjórin tikið stig til, at slíkt álop á demokratiið ikki sleppur at halda fram við hjálp av ávísum starvsfólki á Útvarpi Føroya?