(Gott at teir málsnildu í tí føroysku orðabókini hjá fróðskaparfelagnum ikki ráða á nevndu klinikk, tí slík orð eins og okkara elligamla alfabet góðkenna málsnillingarnir ikki. Úrslitið: skúlabørnini mugu arbeiða við tveimum alfabetum og nøkur við trimum, nevniliga tey, ið hava tað internationala hondalfabetið fyri neyðini).
Men tað skulu tey eiga, tey á klinikkini, fitt og fyrikomandi og dugnalig eru tey; um stutta tíð fái eg hoyriapparat, ið als ikki síggjast, tá ið tey eru sett í oyrini.
Jógvan, tú kennir mín errinskap.
"Til Havnar vit fara", jú tað skal eg halda, har er ikki framkomandi fyri fólki og bilum, nú koyrandi er til høvuðsstaðin frá Gjógv í Eysturoynni og úr Bø á Vágoynni, og hvussu skilið fer at verða, tá ið tunnil undir Lorvíksfjørð er veruleiki, kunnu vit bert ímynda okkum. Hevði tú sæð, hvussu "tann deiliga Havn" verður viðfarin fyri at fáa atløgupláss til risastóru Norrønu so at siga inni á ósanum í Eystaruvág, sum í stødd kann javnmetast við eina tjørn. Tað verður trongligt at skotra skipið inn, har havnarmenn fyrr í tíðini høvdu smábátar standandi á lunni. Søgan um Ferð Gullivers rennur mær í hug.
Pætur, trímenningurin, kom inn á gólvið nú eitt kvøldið, og sum ikki einaferð so østi hann seg upp, og hesuferð var tað um annan fólkatingslimin, sum við síni skriving í bløðunum krøkir ærumeiðandi orðið olmussu uppá foreldrini ? pápin er avlamin ? bæði nærkast tey 80-ára aldur og hava fingið lógbundna pensión úr ríkiskassanum og landskassanum í mong ár. Men, sum Pætur segði, hansara verbalu delikatessir fara kanska sum frálíðir at bjarga manninum eina mentunarviðursløn frá vaskikonunum á Nørrebrúgv, sum liggja honum nær á sinni. Nei, Pætur er ikki skorin fyri tungubandið. Hann hevði lisið tað, sum stóð í einum av bløðunum í gjár um politiskan fund, ið loysingarflokkurin hevði í Hósvík seinasta vikuskifti. Blaðmaðurin, sum hevur skrivað greinina, vil vera við, at ein ungur maður, sum mær vitandi arbeiðir á fólkatinginum hjá fólkatingsliminum við olmussuni, hevur á hesum fundi greitt teimum, sum á fundinum vóru, frá, at tað eru tey best lærdu og teir stinnastu lesararnir, ið velja loysingarflokkin. Ein vanligur veljari hjá loysingarflokkinum lesir nógv og fylgir væl við, meðan sambandsveljarar lesa SMS blaðið, og tað nyttar einki at senda stevnuskráir til hesi fólk, sum ikki lesa. Hetta akademiska oraklið, og onnur, sum hava nomið hægri útbúgving (í Danmark), skilja ikki, hví fólk, sum einans lesa SMS blaðið, hava stemmað uppá formannin í Sambandsflokkinum. Í "Dimmu" trívist intelligensian nú so væl, at tað tí ikki er óhugsandi, at hon eisini fer at snýkja seg í SMS blaðið og soleiðis við snildum fáa samband við sambandsfólk, sum eftir loysingarmanna áskoðan eru analfabetar. Jú, mangt er forborgið, og tí sigi eg
Føroyingur, føroyingur vara tína sál.
reinlyndi og trúfesti bera á mál.
Hjá teimum, ið lúgva,
trívist eingin friðardúgva.
Soleiðis sum menn hava tíggjað sær í fleiri ár, er lítið gott í væntu, og um maðurin við tí akademisku útbúgvingini hevur sagt tað, sum blaðið hevur endurgivið frá fundinum í Hósvík, so er lítið gott í heintan. Pætur stardi við sínum droymandi eygum, og við høgra peikifingri á nøsini segði hann lágmælt: rasisma! Hetta kvøldið var hann annars í tí rætta prátingarlagnum. - Hann hevði kanska eina lítla kenning. Í tí hann móti midnátt skuldi fara og var komin uttar í forstovuna, rópti hann: Tú, Malan, hasir hálvstuderaðu jassarnir skuldu verið riknir í ein cand.volapyk bás, men ikki fyrr enn teir við egnari hjálp høvdu hálað seg úr flórinum, tí eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan; - heilsa gemalinum frá mær. So fór hann á dyr smákvøðandi Jákup á Møn.
Hugnaligur og dámligur er hann, og hann dugir væl greiða frá, men tey, "ið skuldu verið rikin í bás", halda óivað lítið um slík, sum ikki hava lisið og nomið allan verðsins vísdóm í Keypmannahavn.
Lembingin er so smátt farin at vísa seg, onnur ærin hjá okkum gjørdist tvílembd í morgun. Og nú nærkast tíðin, tá ið vit fara umborð á glæsiligu Norrønu, tað verður spennandi." ? ..
Kærar heilsur frá okkum 5
Kona tín