Tað føroyska samfelagið er broytt ómetaliga nógv, síðani løgtingsvallógin frá 1978 kom í gildi. Millum annað hava kommunusamanleggingar ført við sær, at fólk skulu velja bý- ella bygdaráðslim í einum øki og løgtingslim í einum øðrum. Tað kann ikki verða rætt. Ynskja vit eitt dynamiskt og framkomið samfelag, so noyðast vit at broyta lóginar soleiðis, at tær passa til tíðina.
Tað virkar, sum um at lokalpolitikarar vilja berjast av øllum alvi til tess at tryggja sær, at valskipanin ikki skal broytast. Tað sigur seg sjálvt - teir hava nakað at missa.
Spurningurin er, um Føroyar og føroyingar ikki hava meira at vinna, um samfelagið fær landspolitikarar, sum síggja longuri enn til næsta bøgarð. Tað er somuleiðis einki, sum forðar fyri, at suðuroyingar, sandingar, vágamenn, norðurstreymoyingar, eysturoyingar og norðoyingar hava júst líka góðar møguleikar at markera seg og gera seg galdandi landspolitiskt sum suðurstreymoyingar.
Løgtingsvallógin leggur upp til, at tað skullu verða lokal mál, og ikki landspolitisk mál, sum skullu stýra skránni. Eitt nú tá ið fíggjalógin skal viðgerast á tingi, so eru tað smámálini, sum upptaka talutíðina hjá flestu tingfólkunum. Størri samfelagslig mál, so sum sosial, vinnulívs og fíggjarmál, langtíðarætlanir o.a. fáa ikki nærum so nógva tíð sum t.d. kajkantar og Strandferðslan. Tað eru lokalpolitikarirnir í landspolitikki, sum seta skránna!
Føroyar - Eitt valdømi
Er tað veruligur landspolitikkur og landspolitikarar ein ynskir, so er ein broyting av valskipanini neyðug. Broytingin skuldi í fyrsta umfarið fevnt um at niðurlagt tey sjey valdømini, soleiðis at man fekk eitt valdømi, sum fevndi um allar Føroyar og allar føroyingar. Fingu vit eitt valdømi, so stóðu allir løgtingslimir til svars fyri øllum føroyingum.
Eitt valdømi vildi somuleiðis gjørt tað møguligt at framt langtíðar ætlanir, sum fevndu um alt landi, og ikki bert lappaloysnir.
Grønland er í dag eitt valdømi. Landið er nógvar ferðir størri enn Føroyar, men fólkatalið er næstan tað sama. Veruleikin er tann, at broytingin av valskipanini í Grønlandi ikki hevur ført við sær, at útjarðarin er avtoftaður, men nærmast tvørtur ímóti. Til tess at verða afturvald ferðast grønlendsku valevnini nú landi runt til tess at tekkjast veljarunum. Hetta hevur skapt eina størri eindarkenslu ímillum býgd og bý - høvuðsstað og útjarðara.
Var Føroyar eitt valdømi, so hevði valstríðið eisini verið merkt av, at politikarar frá øllum landinum gjørdu sum mest burturúr at seta seg inn í viðurskifti, sum komu øllum føroyingum við. Valevnini høvdu ikki havt ráð til at lati vera. Alt Føroyar hevði verið eitt møguligt heimabeitið hjá tí framfysna valevninum.
Frá Føroya Landstýri og sitandi løgmanni er ongin bati at hóma - teir vilja ikki at taka spurningin, um at skipað Føroyar sum eitt valdømi, upp á tingi. Undirritaði hevði ein fyrispurning um hetta mál á tingi í 1999, men løgmaður hevði ikki somu áskoðan.
Tí er at vóna at spurningurin verður tikin uppaftur, soleiðis at hann kann gerast ein partur at politiska og samfelagsliga tjakinum fram til næsta løgtingsval.










