Á ársins Kontrast FM gallaveitslu leygarkvøldið blivu - sum siðvenja er - tilnevningar av ársins ungu stjørnuskotum og ársins leikarum avdúkaðar. Landsliðsvenjarin Fai Yin Wong helt eina røðu, har hann motiveraði tilnevningarnar.
- Óðin Eldevig er leikarin, sum møtir fyrst til og fer síðst frá venjing. Óðin hevur síðsta árið víst fyrimyndarligan innsats, tí bleiv hann ársins unga stjørnuskot hjá dreimgjunum.
- Brynja á Borg hevur til venjing og kappingar víst veruligt ágrýtni, har hon sum badmintonleikari veruliga hevur tikið seg fram.
- Miriam í Grótinum hevur enn einaferð víst seg sum stóra fyrimynd hetta seinasta árið. Bæði við at vinna so nógv gull á Orknoyggjum og við góðum úrslitum altjóða og í donsku kappingini, har hon komandi kappingarár skal kappast í sterkastu deildini við besta liðnum hjá KBK.
- Rúni Øster vísir altíð fyrimyndarligan atburð sum leikari, har hann seinasta árið eisini hevur vunnið fleiri gullheiðursmerkir á Orknoyggjum og fingið góð úrslit altjóða og við KBK í Danmark.
Heiðraðu leikararnir fingu rósur og serstakt minnissteyp handa frá landsliðsvenjaranum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















