Smáu londini missa ávirkan í ES

Bæði ES-nevndin og ES-tingið halda, at tey smáu limalondini í samveldinum fara at missa ávirkan, verður uppskotið um ein ES-forseta samtykt.

Tað er fyrrverandi franski forsetin, Valery Giscard d'Estaing, sum er komin við uppskotinum um eina felags forseta, ið skal koma ístaðin fyri verandi skipan við formansskapi, sum limalondini skiftast um hvørt hálvár. Giscard d'Estaing er formaður í einari nevnd, sum fyrireikar ta fyrstu grundlógina hjá samveldinum. Eftir ætlanini skal uppskotið leggjast fyri limalondini í juni.

ES-nevndin heldur lítið um uppskotið. Hon heldur, at skipanin við einum forseta afturat nevndini fer at elva til eina uppaftur størri umsiting, samstundis sum valdið hjá nevndini verður skert.

Heldur ikki ES-tingið er serliga fegið um forsetauppskotið. Har halda tey, at skipanin við einum forseta fer at skerja valdið hjá ES-nevndini og tinginum, samstundis sum tey smáu londini fara at fáa minni ávirkan.

Á toppfundinum í Athen í síðstu viku vístu 18 av teimum 25 londunum forsetauppskotinum aftur. Serliga tey smáu londini stúra fyri, at teirra ávirkan verður skerd munandi, um skipanin við skiftandi formansskapi verður tikin av.

Valery Giscard d'Estaing sigur, at tað letur seg ikki gera at varðveita skipanina við skiftandi formansskapi, tá limalondini verða 25 í tali frá 1. mai næsta ár, og hann fær stuðul frá teimum størstu limalondunum, Týsklandi, Bretlandi, Fraklandi, Italia og Spania. Giscard d'Estaing vísir á, at meirilutin av fólkinum í ES búgva í hesum fimm londunum, og tí heldur hann, at teirra áskoðan eigur at vera avgerandi.

Eftir uppskotinum skulu ríkis- og stjórnarleiðararnir velja forsetan, sum skal sita í hálvttriðja ár. Hann skal leiða og fyrireika allar toppfundir, samstundis sum hann skal vera almenna andlitið hjá ES mótvegis umheiminum. Nakað útinnandi vald fær hann tó ikki.

Fyrrverandi franski forsetin hevur eisini skotið upp, at ES skal hava ein varaforseta og ein felags uttanríkisráðharra, sum skal hava ábyrgdina av uttanríkis- og trygdarpolitikkinum.