Aftursvar til Jenis viðvíkjandi seksualundirvísing í skúlanum

Góði Jenis av Rana

Eg haldið at tað er ræðandi, um tú nú fert at blanda teg í, um hvat fyri tilfar verður brúkt í skúlanum um kynslív. Ræðandi, tí at Føroya fólk kennir tína áskoðan, tá talan er bæði um kynslív og samkynt. Eg ivist onga løtu í, at tú meinar tað besta, men tíðanniverri eru tínir tankar stýrdir av átrúnarligum morali, sum als ikki er nútíðar hóskandi, og sum børn, sum sleppa at vera børn, als ikki skilja.
Eg skilji á Jenisi, at mong foreldur eru ólukkulig av tí seksualundurvísing, sum børn teirra læra um í skúlanum. Nú havi eg ikki haft ta æru at sæð hesar báðar filmarnar, men eg skilji á Jenisi, at teir ikki eru bygdir upp á somu mentan, sum vit føroyingar hava. Mær vitandi eru kynsliminir líka á øllum menniskjum, óansæð um tey hoyra til eina aðra mentan ella trúgv. Kynsdriftirnar eru akkurát tær somu, sum teir syndugu danskarnir stríðast við. Eg eri tó samdur við tær í, at sýna filmar við kynsligari samlegu er ikki hóskandi fyri børnum í 7 klassa. Rætt skal vera rætt.
Eg haldi at seksualundirvísing í skúlanum skuldi verið ein lærugrein á jøvnum støði við allar aðrar lærugreinir. Man byrjar at tosa um kenslur, hjartasorg, happing, tað at vera drongur, tað at vera genta og viðurskiftini millum kynini. Tað at vera ungur og finna sær eitt standistað í tí forvirraðu verð, sum ung skulu ígjøgnum, fyri at finna sær ein samleika. Stigvíst fert tú so víðari og undirvísir í tilfari, sum hóskar til aldur teirra. Tað ræður um at fáa eitt kjak millum kynini, soleiðis at tey fáa at vita frá hvørjum øðrum, at í veruleikanum er tað sjarma, virðing sínámillum, humør, fittur, persónligheit, tað at man svingar væl saman, sum telur, altso innari virðir og ikki bert tey uttaru. Hetta vil eisini verða ein stórur lætti hjá teimum, sum generelt eru undir hørðum trýsti fyri at síggja gott út, harav er ein stórur partur bangin fyri ikki at fáa ein sheik ella damu, tí tey ikki líkast fotomodellum. Eg haldi, at man skal taka gestalærarar til hesar lærugreinirnar, tí at tað vísir seg, at børnini opna seg meira fyri einum persóni, sum tey ikki kenna frá øðrum viðurskiftum.