tað kann vera hetta, at vit hava ikki tað útbúgvingarumhvørvi, sum oftani er ein av fortreytunum fyri gransking av ymsum slag. MEN sum eitt lítið oyggjasamfelag úti í Atlantshavi við atgongd til nakrar [...] útbúgving, arbeiða við ætlanum um at seta á stovn ein granskingarmiðdepil, sum skal hava heimstað í Klaksvík. Hetta ljóðar sum eitt sera spennandi og áhugavert tiltak og vónandi fara vit at hoyra meira [...] meira um tað í næstum. TAÐ er greitt, at nettup gransking innan tey mongu økini, sum heilt náttúrliga hava tilknýti til okkara lítla samfelag og okkara umhvørvi, kann verða við til at menna okkara samfelag
frá leiðslu fólkafloksins. TAÐ er neyvan nakar, sum áhaldandi gjøgnum so mong ár, hevur víst á hesa óhugnaligu og niðurgerandi skriving Óla Breckmanns sum Sosialurin. Vit hava ferð eftir ferð spurt, hvussu [...] TAÐ mundi verða móttikið av flestu síggjarunum herfyri sum ársins skemtisøga, tá Føroya løgmaður, bar í bøtuflaka fyri niðurgerandi skrivingini hjá partamanninum Óla Breckmann í Dagblaðnum mánamorgunin [...] dugað at skyna á, hvat, ið hóskaði at seta á prent í Dagblaðnum og ikki. Er tað so, at tað er møðin, sum er orsøkin til slíka skriving, so vildi tað verið hóskandi at spurt l formann fólkafloksins, hvussu
TILLUKKU og nógv góðynski framyvir. Føðingardagsbarnið, sum hevur traðkað sínar barnaskógvar og nú er at meta sum ein unglingi, er Norðurlandahúsið. Fimtan ár á baki er einki at tosa um, men tá hugsað [...] árini, kann sigast, at her er ikki talan um nakran ungling. Vit teljast millum teirra, sum meta Norðurlandahúsið sum ein av gimsteinunum í føroysku og eisini tí norrønu krúnuni. Uttan iva kundi okkurt verið [...] við tveimum so týðandi tættum í samfelagnum sum mentan og vinnulív hevur Norðurlandahúsið dugað at hjúklað um. Mongu tiltøkini í húsinum seinastu árini, sum fevna bæði um mentan og vinnulív og samfela
siglt í fronskum farvatni uttan at geva boð frá sær. Síðani er passið tikið frá vágbinginum, sum í dag kennir seg sum tiknan fanga av fransum á hesi fjarskotnu oynni. VIÐ Sosialin í dag sigur Sigmundur Andreassen [...] ómenniskjansligt og ábyrgdarleyst at lata tey avvaraðandi heima vera í slíkari óvissu. BÆÐI Danmark og Frakland eru limir av tí felagsskapi, sum vanliga breggja sær av effektiviteti, samstarvi tvørturum [...] kenna seg sum ringastu brotsmenn, soleiðis fronsku myndugleikarnir bera seg at. VIT kunnu sjálvandi ikki siga nakað um, hví hetta hendir, men tað má vera ein mannarættur í ár 1998 at verða virdur sum fólk og
sær so nógv umframt, sum hugur var til: Onnur inntøka ávirkar ikki stuðulin. Tað sum kortini hevur víst seg er, at stuðulin fyrst stóð í stað, og síðani tók at minka, samstundis sum livikostnaðurin annars [...] danska stuðulsskipanin (S.U.), sum rindaði útbúgvingarstuðulin. Atfinningarsomu røddirnar søgdu, at stuðulin var so ójavnt býttur, tá tað var skattskylduga inntøka foreldra, sum var avgerandi fyri stuðulin [...] Einasti munur var, um tú búði heima hjá foreldrum ella fyri teg sjálvan, ella um tú vart undir ella yvir átjan ár. Semja var um, at hetta var ein góð stuðulsskipan, sum samstundis gav teimum lesandi loyvi
hesi kvøld, samtundis sum nakrir fáir bilførarar koyra skjótt - og sera skilaleyst. Løgreglan hevur viðgingið, at hon ikki hevur tamarhald á hesum fáu ungu monnum; teir hava verið heima og tosað við foreldur [...] vegforðingar - vegbungur - sum heilt víst høvdu minkað um ferðina. Har Áarvegurin er smalastur, liggur eitt hitt mest vitjaða vertshúsið í býnum. Dyrnar venda út móti vegnum, sum bert hevur eitt smalt spor [...] í Havn eitt tílíkt vakurt og ljóst summarkvøld øtast um nógvu - og ofta sera vandamiklu ferðsluna, sum beinleiðis verður ávirkað av góða veðrinum: Tí frægari veðrið er, størri og vandamiklari er ferðslan
Leygardagin verður ruddingardagur heima á Sandi. Hetta er eitt tiltak, sum Ungmannafelagið ?Virkið³ skipar fyri á hvørjum ári. Tiltakið byrjar við, at bygdarfólkið verður boðið í Ungmannafelagshúsið at [...] at fáa sær kaffi og kaku. Síðan verður farið at rudda í bygdini, og alt, sum kann brennast, verður koyrt oman á sandin. Um kvøldið verður bálið kynt, og her verður sungið og talað. Í ár hevur Ungmannafelagið
Niklasi, sum gongur í framhaldsdeildini í einum skúla í Havn. Hann býr heima hjá mammu og pápa og tveimum systrum, ið eru væl yngri enn hann. Síðan yngra systurin kom, hevur mamman gjørt av at vera heima og [...] Símun, sum hann bæði ræðist og verður drigin at. Tá ið hann er uppi í leikinum, hendir altíð okkurt ógvisligt, sum Niklas angrar aftaná. Niklas roynir at gera seg leysan av Símuni, men tað e rikki sum at siga [...] ikki, men tað góða er, at floksfelagin Annika vísir Niklasi áhuga? Sundur og saman er viðkomandi bók, sum tey ungu fara at kenna seg aftur í. Hon viðger nøkur evni, ið alla tíð eru aktuell, t.d. viðurskifti
Tey, sum arbeiða í handlum í Havn, kunnu í ár gleða seg til at hava frí sjálvan jólaaftan. Undanfarin ár hava hesi fólk verið noydd til at arbeitt til middags ella longur jólaaftan, men í ár sleppa tey [...] tey at vera heima. Býráðið hevur nevniliga givið handlunum loyvi til at hava opið til kl. 22 tollaksmessukvøld, og afturfyri hava handlarnir og bakararnir avgjørt at hava afturlatið allan jólaaftan.
leysgivin vegna Hansara gøvgaða, Hansara ljómandi anda, sum gjøgnumseyrar alt« *). Tað er Roya Taheri, ið er iránskur bahá'íi, búsitandi í Skotlandi, sum fer at hava hesa framløgu hóskvøldið. Roya Taheri er [...] leggur fram eina mynd av verandi støðu okkara. Hvagar ætla vit okkum nú? Framløgan, sum verður við ljósmyndum, verður heima hjá Sue og Roy Philbrow, »Ridván«, undir Nesinum. Øll eru hjartaliga væl komin. *) [...] við at offra seg sjálvan, varð ein nýggj megi veitt øllum skaptum lutum. Tekin hennara, soleiðis, sum hon er váttað í øllum fólkasløgum jarðarinnar, standa nú sjónlig fyri tær. Hin djúpasti vísdómur, ið