Tey, sum arbeiða í handlum í Havn, kunnu í ár gleða seg til at hava frí sjálvan jólaaftan.
Undanfarin ár hava hesi fólk verið noydd til at arbeitt til middags ella longur jólaaftan, men í ár sleppa tey at vera heima.
Býráðið hevur nevniliga givið handlunum loyvi til at hava opið til kl. 22 tollaksmessukvøld, og afturfyri hava handlarnir og bakararnir avgjørt at hava afturlatið allan jólaaftan.