Framløga við heitinum »Siðmenning« verður hóskvøldið kl. 20.00 á Toftum.
Mannaættin hevur livað og yvirlivað á hesi gongustjørnuni í óminniligar tíðir. Nógvar siðmenningar (sivilisasjónir) eru kyknaðar upp og eru aftur falnar um allan heim. Bahá'u'lláh, ið stovnaði Bahá'í trúnna, lærir okkum, hvussu pínslarváttardeyði Jesusar hevði við sær føðingina av kristnu siðmenningini: »Tú skalt vita, at tá Menniskjusonurin gav upp anda sín til Guð, græt øll skapanin inniliga. Men við at offra seg sjálvan, varð ein nýggj megi veitt øllum skaptum lutum. Tekin hennara, soleiðis, sum hon er váttað í øllum fólkasløgum jarðarinnar, standa nú sjónlig fyri tær. Hin djúpasti vísdómur, ið tey vitugu hava givið frá sær, hin mest djúphugsaði lærdómur, ið nakar hugi er komin við, listin, ið tær kringastu hendur hava virkað, ávirkanin, ið er framd av teimum máttmiklastu stjórnarum, alt hetta er einki uttan hin lívgevandi megin, ið á henda hátt kemur til sjóndar, megin ið er leysgivin vegna Hansara gøvgaða, Hansara ljómandi anda, sum gjøgnumseyrar alt« *).
Tað er Roya Taheri, ið er iránskur bahá'íi, búsitandi í Skotlandi, sum fer at hava hesa framløgu hóskvøldið. Roya Taheri er arkitektur og verkfrøðingur og hevur búð og arbeitt millum fólk úr trimum ymiskum mentanum; persiskari, japanskari og bretskari. Hon hevur livað í hesum trimum londunum, Iran, Japan og Stórabretlandi, í longri tíðarskeið. Í framløguni fer hon at greiða frá siðmenningum í fleiri pørtum av heiminum, men fer at leggja størsta dentin á Buddismu og Islam og hon leggur fram eina mynd av verandi støðu okkara. Hvagar ætla vit okkum nú?
Framløgan, sum verður við ljósmyndum, verður heima hjá Sue og Roy Philbrow, »Ridván«, undir Nesinum. Øll eru hjartaliga væl komin.
*) Hetta er eitt brot úr eini hálovan hjá Bahá'u'lláh av Kristusi. Fullfíggjaða tekstin finnur tú á føroysku Bahá'í heimasíðunum: www.bci.org/bahai.fo