eftir Birgit Arge. Edward Fuglø teknaði og legði permuna til rættis
Sundur og saman er spennandi nútíðarsøga. Hon umrøður eitt vikuskifti í lívinum hjá Niklasi, sum gongur í framhaldsdeildini í einum skúla í Havn. Hann býr heima hjá mammu og pápa og tveimum systrum, ið eru væl yngri enn hann. Síðan yngra systurin kom, hevur mamman gjørt av at vera heima og hugna um tey øll, so nú átti alt at verið so sera gott. Men tíverri er hon um at kvala øll í umsorgan, og pápin bara skundar sær til arbeiðis um morgunin og kemur seint aftur um kvøldið.
Men tað er ikki bara tað. Niklas hevur ein gátuføran vinmann, Símun, sum hann bæði ræðist og verður drigin at. Tá ið hann er uppi í leikinum, hendir altíð okkurt ógvisligt, sum Niklas angrar aftaná. Niklas roynir at gera seg leysan av Símuni, men tað e rikki sum at siga tað. Aðrar vinmenn hevur Niklas ikki, men tað góða er, at floksfelagin Annika vísir Niklasi áhuga?
Sundur og saman er viðkomandi bók, sum tey ungu fara at kenna seg aftur í. Hon viðger nøkur evni, ið alla tíð eru aktuell, t.d. viðurskifti millum foreldur og ung, harðskap, kærleika og sambandið millum foreldrini.
Sundur og saman er 105 blaðsíður og kostar 126 í bókabúðunum. Pf. Dimmalætting hevur umbrotið og prentað bókina, Helge Justinussen bundið inn.