Ruddingardagur og jóansøkubál heima á Sandi

.

Leygardagin verður ruddingardagur heima á Sandi.

Hetta er eitt tiltak, sum Ungmannafelagið ?Virkið³ skipar fyri á hvørjum ári.

Tiltakið byrjar við, at bygdarfólkið verður boðið í Ungmannafelagshúsið at fáa sær kaffi og kaku. Síðan verður farið at rudda í bygdini, og alt, sum kann brennast, verður koyrt oman á sandin.

Um kvøldið verður bálið kynt, og her verður sungið og talað.

Í ár hevur Ungmannafelagið biðið Julionnu Joensen um at halda røðu. Undirhald verður eisini bæði fyri børn og tilkomin, og fólk kunu keypa sær pylsur og annað.

Kvøldið endar við góðum dansi í Ungmannafelagshúsinum, har Geislar spæla.

?Virkið³ væntar, at fólk fara at taka væl undir við tiltakinum.