María Corina Machado skuldi í dag fáa friðarheiðursløn Nobels í Oslo. Men hon er ikki í landinum, upplýsir Nobelstovnurin. Tað er ógreitt, hví venezuelanski andstøðuleiðarin ikki møtir upp. Hon hevur livað í tí fjalda síðani 2024 og er harður atfinnari av venezuelanska forsetanum, Nicolás Maduro. (Savnsmynd). - Mynd: Matias Delacroix/Ritzau Scanpix

Maduro-atfinnarin kem­ur ikki til Oslo at taka ímóti frið­ar­heið­urs­løn Nobels

Politiski kappingarneytin hjá venezuelanska forsetanum hevur leingi livað í tí fjalda. Hon kemur ikki til Nobel-handanina í dag.

María Corina Machado skuldi í dag fáa friðarheiðursløn Nobels í Oslo. Men hon er ikki í landinum, upplýsir Nobelstovnurin. Tað er ógreitt, hví venezuelanski andstøðuleiðarin ikki møtir upp. Hon hevur livað í tí fjalda síðani 2024 og er harður atfinnari av venezuelanska forsetanum, Nicolás Maduro. (Savnsmynd). - Mynd: Matias Delacroix/Ritzau Scanpix

Andstøðuleiðarin í Venezuela, María Corina Machado, sum hevur fingið friðarheiðursløn Nobels, kemur ikki til hátíðarhaldið í dag, har virðislønin alment verður handað.

Tað sigur stjórin á Nobelstovninum, Kristian Harpviken, við NRK.

– Hon er tíverri ikki í Noregi nú, og hon verður ikki á pallinum í Oslo Ráðhúsinum kl 13 í dag, sigur Harpviken við norskar miðlar.

Dóttir Machado fær virðislønina í staðin, sigur hann. Hon fer eisini at halda røðu, sum mamma hennara hevur skrivað, skrivar NRK.

Tíðindafundur við friðarheiðurslønarvinnaran var upprunaliga ætlaður seinnapartin í gjár, men hann varð avlýstur við stuttari freist.

Kristian Harpviken segði um vikuskiftið við NRK, at hann hevur tosað við friðarheiðurslønarvinnaran, og at hon fór at koma til Oslo at luttaka í heiðurslønarhandanini í dag.

Tað er ógreitt, hví Machado ikki kemur til hátíðarhaldið.

Machado, sum hevur búð í tí fjalda síðani 2024, hevur fingið ávaring um, at hon verður mett sum flóttafólk, um hon fer úr Venezuela. Ávaringin kom frá løgmálaráðharranum í Venesuela.

María Corina Machado er kend sum ein av stóru politisku kappingarneytunum og atfinnarunum hjá venesuelanska forsetanum Nicolás Maduro í heimlandinum.

Machado, sum er 58 ára gomul, er leiðari í andstøðuflokkinum Vente Venezuela, sum hevur verið í andstøðu til Maduro, sum hevur stýrt landinum síðani 2013.

Hon fekk noktað rættin at stilla upp sum valevni á forsetavalinum í 2024, sum Maduro vann.

Maduro varð av andstøðuni - og serliga María Corina Machado - ákærdur fyri at hava framt valsvik, tá hann vann forsetavalið í 2024.

Hinvegin hava ST, ES, USA og ein røð av suðuramerikanskum londum funnist at atkvøðuteljingini á valinum.

/Ritzau/