FØROYAR hava leingi verið eftirbátur á granskingarøkinum. Tað er líkasum, at vit hava ikki havt traditión fyri gransking. Orsøkin til tess kann vera fjarstøða okkara, tað kann vera hetta, at vit hava ikki tað útbúgvingarumhvørvi, sum oftani er ein av fortreytunum fyri gransking av ymsum slag.
MEN sum eitt lítið oyggjasamfelag úti í Atlantshavi við atgongd til nakrar av mest týðandi fiskastovnunum og heimsins reinasta sjógv eru Føroyar í sær sjálvum ein miðdepil fyri einum heilt náttúrligum granskingarumhvørvi. AT vit í dag hava eitt granskingarumhvørvi á fleiri á okkara stovnum, eitt nú í Nóatúni, eiga vit so avgjørt ikki at undirmeta. Har arbeiða kompetent fólk við at granska í eitt nú í havumhvørvi.
HESA seinastu tíðina hava vit hoyrt rættiliga nógv um áhugan og tørvin á gransking í Føroyum. Eitt nú hevur undanfarni landsstýrismaðurin Eilif Samuelsen gjørt eitt stórt arbeiði í so máta. Nú er so hjá eftirmanninum Signari á Brúnni at arbeiða víðari við málinum.
NÚ frætta vit so, at tríggir føroyingar, allir við hægri útbúgving, arbeiða við ætlanum um at seta á stovn ein granskingarmiðdepil, sum skal hava heimstað í Klaksvík. Hetta ljóðar sum eitt sera spennandi og áhugavert tiltak og vónandi fara vit at hoyra meira um tað í næstum.
TAÐ er greitt, at nettup gransking innan tey mongu økini, sum heilt náttúrliga hava tilknýti til okkara lítla samfelag og okkara umhvørvi, kann verða við til at menna okkara samfelag, eisini soleiðis, at vit kunnu koma burtur úr tí óhepnu støðu, bert at hava tað eina beinið at standa á, fiskivinnuna. Hinvegin kann gransking eisini hava við sær, at vit fáa eitt nógv sterkari bein at standa á í fiskivinnuni. So her eru nógvir møguleikar.
TÁ hugsað verður um granskingina, so mugu vit ikki gloyma tey humanistisku økini. Náttúruvísindi, vinnulív ol. eru sjálvandi týðandi tættir í granskingarhøpi, men eisini tey menniskjansligu økini tað verið so innan mentan, skúlaskap, sosiologi, filosofi ol. hava alstóran týdning.
EFTIR okkara tykki eigur granskingin eisini at verða løgd til rættis við eini komandi oljuvinnu fyri eygað. Hvussu sær okkara samfelag út undan oljuinnrásina og hvussu fer tað at síggja út, tá vit eru mitt í henni? Hvussu hava onnur smásamfelag klárað eina so stóra avbjóðing? Í hesum sambandi er vert at nevna, at 16 føroyingar, harímillum umboð fyri mentanarstovnar, vísindastovnar oa. fara til Alaska í september at kunna seg um tað árinið, sum oljuvinnan har hevur havt á bæði fólkið og á umhvørvið annars. Í so máta kann ein siga, at slík ferð kann verða liður í eini slíkari gransking í sambandi við eina komandi oljuvinnu í Føroyum.
VIT ynskja teimum, sum nú royna at fáa í lag granskingarmiðdepil í Klaksvík, góðan byr og vóna, at okkurt ítøkiligt fer at spyrjast burtur úr. Tað hevði annars verið gott at fingið fleiri sjónarmið fram í fjølmiðlunum um nettup granskingarspurningin, og tykist tað at verða rætta høvið júst nú. Kunnu vit eitt nú umvegis granskingina fáa meiri gongd á verandi vinnulív og harumframt kveikja lív í nýggjar vinnugreinir, nú tøkniøldin eisini hevur fingið fótin fastan her heima, so hevði nógv verið vunnið. Tað er líkasum, at orðið gransking er so fremmant fyri mong av okkum. Latið okkum fara inn í næstu øld við einum heilt náttýúrligum ?forholdi? til hetta orð og tað hetta umfatar.










